Sjálvgreiðslan
Skriva út
SP/F Dveylan
Lagt út: 23.09.19
Umsóknarfreist: 26.10.19

Reingerðsfólk til KVØLD arbeiðir í Tórshavn

Dveylan reingerð sóknast eftir dugnaligum vaskifólkum at arbeiða nakrar kvøldtímar um vikuna. Um tær dámar at gera reint, lurta eftir tónleiki, at røra teg og bestemma júst nær á degnum tú arbeiðir, so er Dveylan møguliga rætta arbeiðsplássi til tín.

Kvøld arbeiðini eru millum annað frálík til persónar, sum longu arbeiða um dagin, men ynskja eina eyka inntøku um kvøldi.

Løn sambært sáttmálanum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag – kr. 178.52 byrjanarløn (kvøld tímar).

Um okkum
Dveylan reingerð veitir tænastur til privat hús, virkir og stovnar. Uppgávurnar fevna víða: løtt reingerð, støva av, upp- og niðurvask, viðgerð og reingerð av gólvum.

Vit vænta, at tú:

  • arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • ert fyrikomandi og jalig/ur við kundarnar
  • hevur góð evni at samstarva
  • gongur høgt upp í góðskuna
  • ert villig/ur at læra
  • kanst koyra bil

Umsókn
Hevur tú áhuga at arbeiða hjá okkum, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n og møguligar arbeiðsroyndir.

Meira fæst at vita við at ringja til Jákup Heinesen, telefon 260345.

Umsóknir skulu sendast til dveylan@dveylan.fo viðmerk “Umsókn - Starvslýsing Kvøld Arbeiði”

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.