Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 01.10.21
Umsóknarfreist: 01.11.21

Ph.d.-lesandi til verkætlan um føroyska fiskivinnusøgu í nýggjari tíð

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir ph.d.-lesandi til verkætlan um føroyska fiskivinnusøgu at byrja 1. desember 2021 ella eftir nærri avtalu.

Verkætlanin verður fíggjað av Mentamálaráðnum.

Um verkætlanina
Verkætlanin hevur arbeiðsheitið “Føroysk fiskivinnusøga eftir seinna heimsbardaga”, og endamálið er at lýsa og viðgera týðandi tættir í føroyskari fiskivinnusøgu eftir 1945. Ein av týðandi keldunum í hesum sambandi eru tey sonevndu Beta-skjølini, sum lýsa virksemið hjá reiðarínum Beta árini 1977-2006. Verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Mentamálaráðið og tey avvarðandi av Beta-skjølunum.

Starvið
Talan er um 3 ára ph.d.-lestur við innskriving á Fróðskaparsetri Føroya sambært Kunngerð nr. 63 frá 24. mai 2016 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.

Umframt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði inniber ph.d.-lesturin at umsøkjari ognar sær royndir við miðling og undirvísing, og at viðkomandi tekur ph.d.-skeið á 30 ECTS, har meginparturin verður tikin aðrastaðni enn í Føroyum.

Vegleiðari verður viðkomandi granskari á Søgu- og samfelagsdeildini. Ph.d.vegleiðingin verður annars skipað eftir nærri avtalu.

Førleikar
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi kandidatútbúgving í søgu. Vit leggja dent á, at umsøkjarin:

- hevur hegni og royndir innan søguvísindalig háttaløg og ástøði.

- hevur innlit í viðkomandi evnisøki í sambandi við nýggjari fiskivinnusøgu.
- dugir at leggja arbeiðið sjálvstøðugt til rættis.
- dugir væl at samstarva, samskifta, er nærløgd/lagdur og ágrýtin.
- hevur góðan málkunnleika í føroyskum og enskum.
- hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
- er málrættað/ur og megnar at loysa arbeiðsuppgávur til ásetta tíð.

Umsókn
Umsóknin skal fevna um:

  • Motiveraða umsókn.
  • Verkætlanarlýsing (4-6 síður), sum lýsir, hvussu tú hugsar tær verkætlanina lagda til rættis.
  • Tíðarætlan fyri tey trý árini.

Tað er ein fyrimunur, at tú eisini hevur gjørt tær nakrar hugsanir um, hvørjir útlendskir samstarvspartar kundu verið áhugaverdir at gjørt samstarvsavtalu við, eitt nú í sambandi við vegleiðing.

Við umsóknini skulu leggjast avrit av prógvum, CV, møgulig viðmæli, yvirlit yvir vísindaligar útgávur og talgild avrit av viðkomandi vísindaligum útgávum.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo. 

Setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Setanin er treytað av, at neyðugi fíggingarleisturin til eina ph.d.-verkætlan fylgir teimum mannagongdum, landsins játtanarskipan ásetir.  

Umsóknarfreist
Umsóknarfreist er 1. november 2021.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Andrias Sølvará (292583), hansas@setur.fo, professara, og Erlingi Isholm (292590), erlingi@setur.fo, adjunkti og ph.d., á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna