Sjálvgreiðslan
Skriva út
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Lagt út: 12.10.21
Umsóknarfreist: 01.11.21

Parttíðarstørv til Mentanarhúsið

Mentanarhúsið í Fuglafirði søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum avloysarum til parttíðarstørv, at byrja skjótast gjørligt. Við skiftandi mentanarligum tiltøkum, er tørvur á avloysarum, ið eru tøkir nakrar tímar um vikuna. Talan er um áhugaverd og avbjóðandi størv, við skiftandi uppgávum í livandi og spennandi umhvørvinum í Mentanarhúsinum.

Um størvini
Mentanarhúsið er karmur um alskyns mentanarligt virksemi, alt frá konsertum við millum øðrum altjóða tónleikanøvnum, sangleikir, sjónleikir, hugnaløtur og veitslur.

Starvsfólkini verða partur av einum toymi, og skulu hjálpa til  í dagliga arbeiðinum. Uppgávurnar fevna frá handaligum arbeiði til at fyrireika tiltøk, miðla tiltøk og veita eina góða tænastu.

Mentanarhúsið er ein virkin og týdningarmikil leikari á føroyska mentanarpallinum.

Starvfólkini vísa bygnaðarliga til leiðaran í Mentanarhúsinum. Mentanarhúsið vísur til mentanarleiðarin og mentanarnevndina hjá Fuglafjarðar býráð.

Vit bjóða

  • Eitt mentanarligt umhvørvi.
  • Ein arbeiðsdag við støðugt skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.
  • Møguleika at mynda egið arbeiðið.
  • Arbeiða í einum kreativum toymi.
  • Møguleika at avloysa á øðrum økjum á mentanar økinum.

Vit vænta at tú

  • Hevur áhuga fyri mentan.
  • Hevur royndir við at skipa tiltøk og upplivingar.
  • Ert fyrikomandi, og dámar væl at arbeiða saman við fólki.
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman í toymi.
  • Ert røkin og nærløgd/lagdur.
  • Ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi.

Tað hevur týdning, at tú megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn og at tú hevur arbeitt við mentanartiltøkum áður. 

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna um kvøld og vikuskifti.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt  parttíðarstarv, har lønin er samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfelagið.

Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin saman við CV og møguligum fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
Í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella talgilt á:
info@fuglafjordur.fo 

í seinasta lagi mánadagin tann 1. november 2021.

Fleiri upplýsningar um størvin
Fleiri upplýsningar um størvini, fáast við at venda sær til  Jónas Bloch Danielsen, leiðara í Mentanarhúsinum, á tlf. 238070 ella til Rønn Eliasen, mentanarleiðara, á telefon 238014.

Um Mentanarhúsið
Mentanarhúsið er pallsett mitt í Fuglafirði. 

Fjálga húsið andar av mentan og list, og síðani húsið varð tikið í nýtslu í 2002, hevur tað verið karmur um eina ørgrynnu av mentanarligum tiltøkum, skeiðum, ráðstevnum, sjónleikum og øðrum savnandi tiltøkum.

Húsið rúmar um 600 fólkum, og hevur allar hentleikar frá ljós- og ljóðútgerð til egnan góðkendan køk.

Mentanarhúsið er ein virkin leikari á føroyska mentanarpallinum og skal komandi starvfólkið framhaldandi tryggja góða støði.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna