Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bilasølan
Lagt út: 07.11.19
Umsóknarfreist: 25.11.19

P/F Bilasølan sóknast eftir royndum skrivstovufólki at byrja skjótast tilber.

 

Mynd hjá Bilasølan

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við nógvum ymiskum uppgávum og avbjóðingum.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
• Alt vanligt bókhald, herundir ábyrgd av ognarum og skuldarum.
• Tolling.
• Skráseting av nýggjum og brúktum bilum.
• Samskifti við kundar og veitarar.

Førleikakrøv:
• Skrivstovuútbúgving, samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum.
• Førleika í at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.
• Førleika í at orða seg í skrift og talu.

Setanartreytir:
• Starvið verður lønt eftir avtalu.

Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Umsókn:
Umsóknir, saman við møguligum prógvum og ummælum, skulu sendast til P/F Bilasølan, Vegurin langi 43, 188 Hoyvík, ella á teldupost bbn@bilasolan.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi innan 25. november 2019.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Beintu B. Nolsøe, fíggjarleiðara á tlf. 239701 ella teldupost bbn@bilasolan.fo

P/F Bilasølan er føroyskt umboð fyri Volkswagen, Audi og Mazda. Hetta eru spennandi veitarar, ið seta høg krøv til øll okkum, ið arbeiða við teimum; tí er talan um eitt spennandi og avbjóðandi starv. Í 2017 og 2018 var Volkswagen mest selda bilmerki í landinum.

Fyritøkan er ein framkomin bilfyritøka við allari tí tøkni og skipanum, ið krevjast fyri at veita okkara viðskiftafólki eina góða og álítandi tænastu.

Í fyritøkuni starvast á leið 25 fólk

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.