Sjálvgreiðslan
Skriva út
Gjaldstovan
Lagt út: 07.02.20
Umsóknarfreist: 24.02.20

Nú hevur tú kjansin at standa fyri Skjalhaldi hjá landinum

Gjaldstovan, sum er Føroya størsti KT veitari, skal samskipa 40 av verandi journalskipanum hjá landinum og leitar eftir fólki at standa fyri samskipaðu journalloysnini, sum vit rópa Skjalhald.

Samskipað loysn í Landsneti
Flestu stovnar í Landsneti brúka somu journalskipan. Í dag er eingin samskipað umsiting av journalskipanunum og eingin myndugleiki, ið hevur yvirskipaðu uppgávuna av trygd, dagføringum, bygnaði og tílíkum. Tí hevur landsstýrið gjørt av, at verandi loysnir skulu samskipast í eina loysn.

Skjalhald verður skipað sum standardtænasta í Landsneti. Stór krøv eru til Skjalhald, ið skal handfara skjøl og samskifti sambært persónsdátulógini og KT trygdarkrøvum. Tað er týðandi, at loysnin er væl skipað og stuðlar arbeiðsgongdunum á stovnunum.

Starvsinnihald
Tú fert at standa fyri Skjalhaldi og samskipan við aðrar skipanir, ið verða knýttar at loysnini. Tú fært ábyrgd av at seta tænastuna í verk og tryggja, at hon áhaldandi verður ment, so stovnarnir fáa eina munadygga loysn. Tú fert at gera greiningar, kanna markamót, staðfesta tørv, gera kravfestingar og mannagongdir og samskipa avhendanir til Tjóðskjalasavnið. Trygd hevur stóran týdning, og tú skalt í tøttum samstarvið við KT veitarar og KT Trygd á Gjaldstovuni tryggja, at Skjalhald lýkur neyðug trygdar- og lógarkrøv.

Tað má tí fella tær lætt at arbeiða í tøttum samstarvi við viðkomandi myndugleikar og stovnarnar, ið brúka Skjalhald.

Førleikar og útbúgving
Tað er týdningarmikið, at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni. Hevur eina góða heildarfatan av KT og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Tú dugir at gera greiningararbeiði, er framsøkin í mun til at seta nýggjar loysnir í verk og dámar fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.

Fyrimunur er at hava royndir frá KT verkætlanum, bæði ástøðiliga og í verki. Faklig vitan, áhuga í KT og at seta skipanir í verk eru ein fyritreyt fyri at veita góða tænastu.

Vit ímynda okkum, at tú í minsta lagi hevur útbúgving á bachelor stigi innan KT ella líknandi ella samsvarandi starvsroyndir. At tú arbeiðir strategiskt og skipar títt arbeiði væl. Tú klárar at seta teg inn í tørvin og mannagongdirnar hjá einstøku stovnunum og kanst standa fyri smærri verkætlanum.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Arbeiðsstaðurin er Albert Hall á Argjum. Vit stremba áhaldandi eftir, at karmarnir eru góðir til at gera arbeiðið til fulnar. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Tú fert at starvast í einum nýhugsandi og framfýsnum KT umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, á tel. 792499 ella til birgir@gjaldstovan.fo

Umsókn
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum verður send til starv@gjaldstovan.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 24. februar kl. 12.00, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

________________________________________________________________________________________

KT Landsins er deild á Gjaldstovuni og stendur fyri at reka KT undirstøðukervið nevnt Landsnet.

Í Landsneti bjóða vit tænastur so sum teldupostskipan, skrivstovuforrit, servarar, linjur til samskifti, KT trygd, trygdaravritan, internet, brúkarahjálp, umsiting av teldum og nú eisini Skjalhald.

56 stovnar, við á leið 2.500 brúkarum og 1.600 teldum, eru knýttir í Landsnet, og vit eru sostatt stórsti almenni KT veitarin í landinum.

________________________________________________________________________________________

Gjaldstovan hevur, síðan hon varð stovnað í 1939, verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum, og í dag stuðlar KT undir alt arbeiðið á stovninum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá Gjaldstovuni, sum umsitur roknskap, løn og KT fyri landið. Verkætlanin Talgildu Føroyar er eisini staðsett á Gjaldstovuni.

Vit eru gott 60 starvsfólk á Gjaldstovuni, og 10 teirra eru á deildini KT Landsins. Vit húsast í Albert Hall á Argjum, har vit hava góðar arbeiðsumstøður og góða kantinu. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast, og skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum.

________________________________________________________________________________________

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.