Sjálvgreiðslan
P/F Flogfelag Føroya
Lagt út: 28.06.19
Umsóknarfreist: 19.07.19

Móttøkulærlingur til 62°N hotel

Ferðavinnan í Føroyum stendur í besta blóma, og ongantíð áður hava so nógv ferðafólk vitjað okkara oyggjar.

Vit søkja tí eftir einum røskum og dugnaligum móttøkulærlingi til 62°N hotel, sum liggur mitt í hjartanum av Tórshavn.

Uppgávurnar fevna m.a. um 

  • Tryggja at góða gongdin heldur áfram, og at hotellið verður væl vitjað
  • Inn- og útskriving av gestum
  • Samskifti við kundar og samstarvsfelagar
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur Vit vænta, at umsøkjarin
  • Er tænastu- og sølusinnaður
  • Er skipaður, sjálvstøðugur og tekur ábyrgd
  • Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt
  • Hevur teldukunnleika á brúkarastøði

Talan er um eitt spennandi fulltíðarstarv við starvsetan skjótast møguligt.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsannu Vang, hotel leiðara, á tlf. 73 35 50 ella á teldupost susanna@62n.fo.

Umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo og vera allar umsóknir viðgjørdar í trúnaði.

62°N er ein av fremstu aktørunum innan ferðavinnu í Føroyum og hevur eitt fjøltáttað virkisøki: ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, hotel, bilaleiga og handling av flogførum á Vága Floghavn.

Les meira um virksemið hjá 62°N á okkara heimasíðu 62n.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.