Sjálvgreiðslan
P/F Smyril-Line
Lagt út: 08.07.19
Umsóknarfreist: 25.07.19

Móttøkufólk og ferðaleiðari til Norrönu

Talan er um fyribils tíðaravmarkað starv, frá fyrst í august til síðst í oktobur, men við møguleika fyri at leingja setanina. Tú kemur at starvast 10 tímar um dagin.

Móttøkan er miðstøðin á okkara rullandi hotelli. Við pláss fyri 1400 ferðandi hava vit úr at gera og tí tørvar okkum starvsfólk, sum hava hug at verða partur av einum dagligdegi, ið veitir okkara ferðandi eina serstaka og persónliga tænastu. Tú kemur at umboða okkum mótvegis øllum gestum okkara og arbeiði fevnir m.a. um:

  • Bjóða vælkomin og innrita gestir okkara
  • Svara øllum spurningum, ið gestir okkara hava á ferðini
  • Vegleiða og leypandi kunna allar gestir okkara
  • Samskifta væl við aðrar deildir umborð, so vit kunnu veita góða tænastu
  • At guida í Íslandi, tveir dagar um vikuna, á donskum máli

Tín vangamynd

  • Fyrikomandi og hevur lætt at fella í prát við øll fólk
  • Ert tænastusinnað/ur í samskiftinum við okkara gestir og megnar at varðveita yvirlit og hjálpa gestum okkara, hóast nógv er at gera
  • Vísur áræði við m.a. at hugsa loysnir í ymiskum støðum, sum kunnu koma fyri og tú hevur lætt við at bjóða tína hjálp og vitan fram
  • Dugur vanligt teldubruk og vanlig teldu forrit
  • Dugur at samskifta á norðurlendskum máli, enskum og týskum

Tú kemur at hava nógv samskifti við tínar starvsfelagar, so týdningarmikið er at tú trívist at arbeiða í einum toymi.

Vit bjóða

Eitt framsøkið arbeiðspláss, har møguleiki er at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi. M.a. bjóða vit týskt undirvísing umborð. Harumframt bjóða vit góðar fyrimunir í øllum sølustøðunum í samtaki okkara. 

Setanartreytir

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

 Freist at søkja

Freistin at søkja er 25. juli 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk ”Móttøkufólk til Norrönu” í evnisteigin. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ruth í Nesinum og Rannvu Joensen, móttøkuleiðarar, á receptionmanager@norrona.fo.

Um Smyril Line

Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Nornu. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og fraktfyritøkan OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið Hotel Hafnia, rekur Hotel Skálavík og er í holt við at byggja hotel Brandan við Oknarvegin.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.