Sjálvgreiðslan
Skriva út
Grafia
Lagt út: 09.02.21
Umsóknarfreist: 08.03.21

Miðlagrafikari til Grafia

Grafia søkir eftir einum kreativum, ágrýtnum og sjálvstøðugum miðlagrafikara at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávurnar eru fyrst og fremst grafiskar, men eisini at loysa aðrar uppgávur. Tú fert at hava ábyrgdina av at gera grafiskt tilfar til okkara samskiftiskundar t.d. bøkur, faldarar, skelting, prýðing av gluggum, lýsingar til sosialar miðlar/heimasíður/bløð og annað grafiskt arbeiði. Harumframt skalt tú eisini arbeiða við øðrum verkætlanum og uppgávum.

Tú verður partur av okkara toymi, har ferðin ofta er høg, og arbeiðið er spennandi og fjølbroytt.

Fyri okkum er tað umráðandi, at tú ert kreativ/ur, hevur eitt gott grafiskt eyga og ert ágrytin. Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, eins væl í toymi, tú megnar at arbeiða undir trýsti og at hava nógvar bóltar í luftini samstundis.

Tú mást hava kunnleika til Adobe forritini - serliga InDesign, Illustrator og Photoshop - og hava góðan kunnleika til sosialu miðlarnar, og hvussu hesir virka. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur útbúgving sum miðlagrafikari. Hevur tú hollar royndir frá grafisku vinnuni ert tú eisini vælkomin at søkja.

Vit bjóða:
Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi og fjølbroytt starv. Talan er um fulltíðarstarv ella 3/4 tíð og ynskja vit at tú byrjar skjótast til ber. Lønarviðurskifti og setanartreytir verða ásett eftir royndum og førleikum.

Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til Jastrid Gullaksen, stjóra, á tel. 227072.

Umsókn, saman við CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til:
grafia@grafia.fo í seinasta lagi 8. mars 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna