Sjálvgreiðslan
Skriva út
BankNordik
Lagt út: 20.05.20
Umsóknarfreist: 14.06.20

Marknaðarráðgevi til Marknaðardeildina

Vit sóknast eftir einum marknaðarráðgeva til Marknaðardeildina, ið hevur ábyrgd av branding, marknaðarføring og samskifti í samtakinum - bæði í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi.

Starvið
Starvsøkini hjá deildini eru m.a.:

  • Menning og íverksetan av marknaðarføringini av samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi
  • Dagføring og áhaldandi menning av heimasíðum
  • Luttøka í verkætlanum, ið stuðla undir branding av samtakinum
  • Umsiting av stuðulsavtalum
  • Sosialir miðlar
  • Samskipan og íverksetan av samskiftinum í samtakinum
  • Menning av marknaðarføring av nýggjum tænastum
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

 Sum marknaðarráðgevi fert tú at arbeiða við fleiri av hesum økjum.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og royndir við marknaðarføring og samskifti. Tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst, og tú ert stinn/ur í føroyskum og donskum máli. Persónligu eginleikar tínir eru m.a. opinleiki, framsøkni og málsøkni. Tú hevur góð samskiftisevni og sjálvstøðugt arbeiðslag, eins og tú megnar at hava greiðu á fleiri uppgávum í senn.

Vit bjóða
Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett 1. august 2020 og er tíðaravmarkað í umleið eitt ár.

Umsókn
Tú søkir starvið her.  Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 14. juni 2020.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið F. Arge, rakstrarstjóra, á telefon 330 678 ella á tfa@banknordik.fo.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.