Sjálvgreiðslan
Skriva út
Posta
Lagt út: 12.02.20
Umsóknarfreist: 26.02.20

Marknaðarleiðari til Posta

Posta hevur seinnu árini verið fyri stórum broytingum, sum millum annað hava fevnt
um rebranding, talgilding og upplating av nýggjum deildum uttanlands.

Felagnum tørvar ein marknaðarleiðara, ið er framsøkin og kann verða við til at
flyta Posta enn longur framm.

Tín uppgáva er at vera við til at fremja handilsligu og strategisku málini, sum felagið setir sær. Tú
stendur á odda fyri marknaðardeildini á Posta, og tú stýrir samstarvinum við allar veitarar av
samskiftis-, sniðgeving og prentloysnum.

Tú hevur ábyrgrd av allari marknaðarføring hjá Posta. Bæði posttænastum og farmaflutningi,
frímerkjaútgávum og av øllum talgildum tænastum hjá felagnum. Marknaðarleiðarin
vísir beinleiðis til stjóran.


Tú megnar at hava fleiri verkætlanir koyrandi samstundis, og tú rekur marknaðardeildina á
effektivan og skynsaman hátt. Marknaðarleiðarin hevur alt innanhýsis og uttanhýsis samskiftið um hendi, og varðar av øllum samskiftisskipanum. Tú hevur strategiskan og vinnuligan hugburð. Tú ert framsøkin, hevur gott hugflog og arbeiðir miðvíst. Tú samskiftir lætt og greitt, og hevur viðkomandi royndir og útbúgving frá hægri lærustovni.

Vit
Posta bjóðar tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við royndum
og dugnaligum starvsfeløgum. Løn sambært avtalu.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Joel undir Leitinum, stjóra á
Posta, telefon 23 60 10 ella við telduposti til joel@posta.fo.

Skrivlig umsókn skal sendast til joel@posta.fo.

Freistin at søkja er hin 26. februar 2020

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.