Sjálvgreiðslan
Skriva út
Hiddenfjord
Lagt út: 17.03.21
Umsóknarfreist: 12.04.21

Marknaðarfólk til Hiddenfjord

Hiddenfjord er eitt serføroyskt felag, sum framleiðir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í gjøgnum nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Tað arbeiða uml. 180 fólk hjá okkum. Felagið hevur stórt fokus á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi. Hiddenfjord er eisini fyrsti alari í heiminum, sum er givin við at nýta flogflutning av laksavørum og hevur harvið minkað um CO2-útlátið av flutninginum til fjarðmarknaðir við 94%. Vit ynskja at styrkja um okkara boðskap á marknaðunum, og søkja tí

Marknaðarfólk til Hiddenfjord
Talan er um eitt nýtt spennandi starv. Tú kemur at hava stóra ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt, men kemur eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við søludeildina, fyri at stuðla og menna søluna av okkara vørum. Talan er um fulltíðarstarv. Starvsstaðið verður í Sørvági og roknast má við nakað av ferðing.

Starvið:
Vit sóknast eftir einum røskum og eldhugaðum marknaðarfólki við viðkomandi førleikum og royndum. Í tøttum samstarvi við hini í felagnum, fert tú m.a. at skapa, samskipa og miðla marknaðarføringsátøk, lýsingartilfar og kundaátøk. Starvið er mennandi og spennandi, um tú trívist við at marknaðarføra til málbólkar úr øllum heiminum. Umframt altjóða marknaðin, kemur tú eisini í ávísan mun, at røkja samskifti og
marknaðarkunning í Føroyum.

Krøv: Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir við marknaðarføring og:
• dugir at samskifta á skrivligum og munnligum enskum, føroyskum og skandinaviskum
• ert sjálvstøðug/ur, men dugir væl at samstarva og at arbeiða í toymi
• hevur hug at arbeiða við øllum økjum innan marknaðarføring
• dugir væl at leggja arbeiða til rættis, samskipa og halda freistir
• hevur innlit í marknaðarføring á sosialu miðlunum
• dugir væl at fáa hugskot og seta tey í verk á ein nýskapandi og kreativan hátt
• hevur góð evni til at seta teg inn í nýggj viðurskifti, og altjóða rák
• hevur ein jaligan hugburð og ert álítandi

Løn og setanarviðurskifti
Hiddenfjord bjóðar eitt áhugavert starv í einum felag í støðugari menning, og sum hevur stóran samfelagsligan týdning í Føroyum, og har tú hevur stóra ávirkan á tín arbeiðsdag.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Hansen, Søluleiðara, tel. +298 221771 oli.hansen@hiddenfjord.com, ella til Atla Gregersen, stjóra, á tel. +298 210257 ella atli.gregersen@hiddenfjord.com.
Umsóknarfreistin er mánadagin 12. apríl 2021.
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hiddenfjord.com

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna