Sjálvgreiðslan
Skriva út
Útlendingastovan
Lagt út: 01.11.19
Umsóknarfreist: 18.11.19

Løgfrøðingur til Útlendingastovuna

Søkt verður eftir løgfrøðingi til Útlendingastovuna at byrja 1. desember  2019 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið
Talan er um fast starv, sum í høvuðsheitum fevnir um:

  • at veita løgfrøðiliga ráðgeving og svara fyrispurningum innan málsøkið hjá Útlendingastovuni,
  • luttaka í lógar- og kunngerðarsmíði,
  • málsviðgerð av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, familjusameining o.a.,
  • skriva mannagongdir,
  • luttaka í ymiskum øðrum umsitingarligum uppgávum.

Tú  kemur at arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi, og tú fært eisini møguleika til, eftir tørvi, at loysa uppgávur fyri  aðrar stovnar, ið Útlendingastovan er skipað saman við.

Førleiki
Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt kandidatprógv (cand. jur.).

Tú skal hava góð samstarvsevnir, vera ábyrgdarfullur, røkin og duga at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú skal duga at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til fakøkið Útlendingastovan varðar av.

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Útlendingastovan
Sigmundargøta 13
Postrúm 264
110 Tórshavn

Ella sum teldupostur til: info@utlendingastovan.fo

Umsóknir skulu vera merktar “løgfrøðingur” og vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. november kl. 12.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsannu Leo, deildarleiðara, á tel. 357979 ella sl@vs.fo

Nærri kunning um Útlendingastovuna sæst á www.utlendingastovan.fo. Útlendingastovan er partur av Vinnustovninum. Vinnustovnurin er ein tænastu- og eftirlitsstovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Nærri kunning um Vinnustovnin sæst á www.vs.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.