Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 24.06.20
Umsóknarfreist: 08.07.20

Løgfrøðingur til Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir løgfrøðingi, har høvuðsuppgávurnar eru alment innlit, ráðgeving um starvsfólkaviðurskifti og annars aðrar løgfrøðiligar uppgávur, sum hoyra til kommunala fyrisiting. Talan er um parttíðarstarv á 30 tímar um vikuna.

Høvuðsuppgávurnar í starvinum:
• At skipa mannagongdir og samskipa/ráðgeva í málum um alment innlit.
• At ráðgeva í samband við starvsfólkaviðurskifti.
• At samskipa/ráðgeva í samband við sáttmálar og líknandi uppgávur.
• At veita almenna løgfrøðiliga ráðgeving um mál, ið viðkoma kommununi.
• At luttaka í støðutakan um mál, ið verða viðgjørd av uttanhýsis løgfrøðingi.

Vit bjóða:
• Eitt fjølbroytt starv við ábyrgd, har uppgávurnar verða loystar í samstarvi við aðrar starvsfelagar í fyrisitingini.
• Eitt umhvørvi, har fleiri ymiskir fakbólkar gera sítt ítasta kommununi at frama.

Førleikar:
• Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum løgfrøðingur á kandidat/master stigi.
• Umsøkjarin skal duga væl at orða seg á føroyskum, bæði munliga og skrivliga.
• Umsøkjarin skal duga væl at samskifta og samstarva við ymiskar fakbólkar.

Vit vænta:
• At tú hevur starvsroyndir frá kommunalari fyrisiting.
• At tú hevur politiskt tev.
• At tú hevur hegni til at samstarva við bæði borgarar og viðkomandi mynduleikar.


Starvið verður skipað við tilvísing til kommunustjóran og sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Tummas T. Eliasen, kommunustjóra, á telefon 217788.
Umsókn saman við prógvi og viðmælum skal sendast til starv@klaksvik.fo ella sum bræv til Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Páls gøta 32, Postboks 2, 710 Klaksvík, har viðmerkt verður Løgfrøðingur.
Umsóknarfreistin er mikudagin 8. juli og setanarsamrøður verða væntandi í viku 29 og 30.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.