Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannamálaráðið
Lagt út: 08.10.21
Umsóknarfreist: 22.10.21

Løgfrøðingur til Almannamálaráðið

Almannamálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til avbjóðandi og spennandi starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av.

Fyri fulltrúa í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir fulltrúa í tíðaravmarkað starv frá 1. november 2021 til 1. november 2022 ella sambært nærri avtalu.

Starvið
Tú kemur at arbeiða við einum fjølbroyttum úrvali av ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum á teimum økjum, ið ráðið umsitur við serligum denti á persóns-, familju- og arvarætt. Starvið er skipað á deildini fyri almanna- og familjumál. 

Høvuðsuppgávurnar eru:

  • At tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir og rundskriv
  • At ráðgeva landsstýrisfólkinum
  • At ráðgeva og leiðbeina stjórnarráðum, stovnum og felagsskapum
  • At svara fyrispurningum úr t.d. Løgtinginum
  • At umboða stjórnarráðið í ymsum høpi, herundir í sambandi við eftirlit og kunning um málsøki
  • Málsviðgerð

Førleikar
Tú hevur útbúgving á kandidatstigi innan løgfrøði.

Tú ert nærløgd/nærlagdur og tænastusinnað/-ur og hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini at samstarva við onnur.

Tú megnar at arbeiða undir trýsti og at hava fleiri bóltar í luftini í senn, eins og tú dugir at arbeiða undir teimum treytum, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting.   

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum o.ø skulu sendast talgilt til Almannamálaráðið á amr@amr.fo.

Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. oktober 2021, kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið  við at venda sær til Marjuna T. Magnussen, deildarstjóra, á tlf. 734060 ella umvegis teldupost á marjun.magnussen@amr.fo.

Almannamálaráðið umsitur almannamál, bústaðarmál, javnstøðumál og persóns- familju og arvarætt og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna