Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 21.07.20
Umsóknarfreist: 14.08.20

Leiðsluskrivari til Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum

Søkt verður eftir dugnaligum leiðsluskrivara ¾ tíð til áhugavert starv á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum til at byrja 1. September 2020 ella eftir avtalu. Starvið verður møguliga seinni eitt fulltíðarstarv.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
Sum leiðsluskrivari er uppgávan hjá tær, at vera høgra hond hjá leiðaranum á Tænastudeplinum. Tú luttekur sum skrivari á fundum, ið hoyra til depilin, og hevur um hendi ymsar fyrisitingarligar uppgávur við journalisering, fundarinnkallingum, samskiftið við deplar og deildir á LS eins og samskiftið við stovnar o.o. uttanfyri LS. Harumframt kemur tú at hava um hendi nakrar av verkætlanunum hjá deplinum, ábyrgd av tvørgangandi uppgávum og vera við til at gera mennigarætlan fyri depilin.

Eitt annað, sum kemur at fylla nógv í arbeiðinum á Tænastudeplinum komandi árini, er H-bygningurin, sum stendur í gerð. Í hesum sambandi er nógv fyrireiking og fundarvirksemi, ið tú hevur møguleika fyri at vera partur av.

Førleikakrøv:
Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgving ella samsvarandi royndir og kunnleika til økið.

Vit ynskja at umsøkjarin hevur:
• áhuga fyri og royndir innan almenna fyrisiting
• góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
• góðan førleika at skriva og orða teg á føroyskum, tí tú sum skrivari kemur at luttaka í nógvum
  fundarvirksemi á deplinum
• hug og hegni at samskifta og samstarva við ymsu samstarvsfelagarnar
• góðan røkiskap og fylgir verkætlanum á mál

Um teg
• tú hevur góðan kt-førleika
• tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir
• tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
• tú tolir stórt arbeiðstrýst
• tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
• tú ert fleksibul og tolir broytingar

Vit kunnu bjóða
• eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum
• góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
• gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi, har tú hevur ávirkan
• góða innleiðslu og upplæring á staðnum

Landssjúkrahúsið leggur dent á gott arbeiðslag, álit og trivnað. Tú kemur at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum á deplinum og í Fyrisitingini, har depilsleiðslan á Tænastudepilinum húsast.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær depilsleiðaran á Tænastudeplinum Jóan Símun Saltá, teldupost jss@ls.fo ella á telefon 234594.

Umsóknarfreistin er 14. august 2020
Søk starvið her

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna