Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 04.10.19
Umsóknarfreist: 20.10.19

Leiðsluskrivari - Fróðskaparsetur Føroya

Starv sum leiðsluskrivari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.

Um starvið
Sum leiðsluskrivari fært tú møguleika at arbeiða við sera fjølbrøyttum uppgávum á Setrinum í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólkum sum heild. Høvuðsuppgávurnar hjá leiðsluskrivaranum eru:

  • at virka sum skrivari hjá fyrisitingarstjóra og rektara
  • luttaka á fundum sum skrivari, har Setrið hevur skrivaraábyrgd
  • at samskipa fundarvirksemi og samskifti hjá leiðsluni
  • uppfylging í sambandi við málsviðgerð innanhýsis
  • at virka sum journalábyrgdari
  • arbeiða saman við øðrum at orða/endurskoða mannagongdir fyri ymiskt virksemi á Setrinum
  • at røkja aðrar vanligar skrivarauppgávur, so sum at taka ímóti gestum, svara telefon og í ávísan mun standa fyri rættlestri

Um teg
Vit ímynda okkum, at tann rætti persónurin til starvið hevur eina viðkomandi útbúgving og hevur hollar arbeiðsroyndir sum skrivari, einahelst leiðsluskrivari. Vit hava í væntu, at tú:

  • Hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum innan fyrisiting
  • Hevur góðan kunnleika innan journalarbeiði
  • Hevur góðar telduførleikar (serliga Microsoft Office-forrit)
  • Dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum og enskum, men eisini á donskum/skandinaviskum
  • Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
  • Hevur góð samstarvsevni, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt

Umsókn, freist og samband
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært viðkomandi sáttmála.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. oktober 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra, á tel. 292504 ella JohanH@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.