Sjálvgreiðslan
Skriva út
Umhvørvisstovan
Lagt út: 04.06.21
Umsóknarfreist: 28.06.21

Leiðari til Matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni

Hevur tú áhuga fyri lendisviðurskiftum og skráseting - og fyri málsviðgerð, talgilding og leiðslu? So ert tú kanska tann nýggi leiðarin til Matrikul á Umhvørvisstovuni.

Matrikulin er almenna skráin yvir allan fastan eigindóm í landinum. Tá nýggir eigindómar skulu stovnast ella umskipanir skulu gerast, verða broytingarnar málsviðgjørdar og skrásettar í matriklinum. Onnur uppgáva, sum Matrikul varðar av, er útskifting av jørð, bæði innan- og uttangarðs.

Hjá nýggja leiðaranum á Matriklinum verður ein av fyrstu uppgávunum at endurskoða arbeiðsgongdirnar í matrikuleru málsviðgerðini og saman við øðrum at skipa fyri talgildingarverkætlan, har dátur og dátuskrásetingar verða talgildar og meira atkomuligar fyri almenningin. Tú fært fakliga og fyrisitingarliga ábyrgd av deildini.

Høvuðsuppgávan er at leggja arbeiðið til rættis á munagóðan hátt, at ganga á odda í arbeiðinum, og at hava umsjón við at matrikulin áhaldandi verður mentur og góðskutryggjaður. Ellivu starvsfólk eru í løtuni á deildini. Arbeiðsøkið er einasta av sínum slag í Føroyum, og starvsfólkið hevur stóra vitan um lendisviðurskifti.

Vit sóknast eftir einum royndum landinspektøri ella útskiftingarkandidati, men hevur tú aðra viðkomandi útbúgving og royndir ert tú vælkomin at søkja. Formlig leiðsluútbúgving er ikki ein treyt, men ynskiligt er at tú í umsóknini lýsir tínar leiðslueginleikar og møguligu royndir, umframt tínar hugsanir um hvussu tú fremur eitt gott og kveikjandi arbeiðsumhvørvi, og hvussu tú sært tín leiklut sum partur av leiðslutoyminum á Umhvørvisstovuni.

Starvið er flokkað sum deildarleiðari II eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti á starv@us.fo í seinasta lagi mánadagin 28. juni 2021.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 234388 ella við telduposti til sigurdj@us.fo.

Matrikulstovan var ein av teim fyrstu stovnunum, sum bleiv skipaður undir heimastýrinum. Eftir drúgt fyrireikingararbeiði varð ein nýggj matrikullóg samtykt og sett í gildi í 1962 saman við tinglýsingarlógini. Í tíðarskeiðnum 1965 til 1997 vórðu allar Føroyar matrikuleraðar av nýggjum, markatalsbygd fyri markatalsbygd. Í 2007 gjørdist stovnurin partur av nýskipaðu Umhvørvisstovuni.

Nærri lýsingar av virkisøkjunum hjá Umhvørvisstovuni og Matrikul finnast á www.us.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna