Sjálvgreiðslan
Kvinnuhúsið
Lagt út: 13.08.19
Umsóknarfreist: 02.09.19

Leiðari til Kvinnuhúsið

Kvinnuhúsið søkir eftir nýggjum leiðara til eitt áhugavert og avbjóðandi starv. Vit leita eftir einum persóni, sum er álitisvekjandi, opin og engageraður, og sum brennir fyri at gera mun hjá kvinnum og børnum, sum hava upplivað harðskap. Tú kemur at ganga á odda og mynda Kvinnuhúsið. 

Um Kvinnuhúsið
Kvinnuhúsið veitir ráðgeving og vegleiðing til kvinnur. Vit bjóða viðtalur og samrøðubólkar til kvinnur, ið hava upplivað likamligan og/ella sálarligan harðskap. Harafturat hava kvinnur møguleika fyri at fáa viðtalu hjá sálafrøðingi, ið er knýtt at Kvinnuhúsinum. Kvinnur kunnu saman við børnum gista á Kreppumiðstøðini eina avmarkaða tíð. Í Kvinnuhúsinum/Kreppumiðstøðini starvast, umframt leiðaran, eitt starvsfólk og 35 sjálvbodnar vaktir.

Arbeiðsuppgávur

  • Ráðgeving og vegleiðing
  • Einstaklinga- og bólkasamrøður
  • Hjálp til sjálvhjálp til kvinnur, ið eru knýttar at húsinum
  • Samskifti og samstarv við nevnd, sjálvbodnar vaktir, myndugleikar og stovnar
  • Íverksetan av nýggjum tiltøkum
  • Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og undirvísing innan harðskap
  • Skrivstovuhald og annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar

  • Tú hevur sosialfakliga útbúgving
  • Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir
  • Tú megnar at seta teg í støðuna hjá øðrum fólkum
  • Tú dugir væl at samskifta við fólk, aðrar stovnar og miðlar
  • Tú ert opin mótvegis fólki við aðrari mentan
  • Tú ert nýhugsandi
  • Tú hevur góð leiðsluevnir
  • Tú dugir at vera rólig í truplum støðum
  • Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, um tú hevur royndir at arbeiða við fólki í kreppu

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv við setan frá 1. desember 2019. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.  

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. verður send nevndini í Kvinnuhúsinum á kvinnuhusnevndin@gmail.com. Umsóknarfreistin er mánadagin 2. september 2019.  

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elina Reinert Planck, leiðara í Kvinnuhúsinum tlf. +298 223756 ella til forkvinnu í nevndini Poulu Patursson tlf. +298 224112 ella á t-posti kvinnuhusnevndin@gmail.com. Les meira um Kvinnuhúsið á www.kvinnuhusid.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.