Sjálvgreiðslan
Skriva út
BankNordik
Lagt út: 18.11.20
Umsóknarfreist: 04.12.20

Leiðari til Kredittdeildina

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til Kredittdeildina, ið tekur sær av øllum kredittmetingum í sambandi við virksemi bankans í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Starvið
Sum leiðari á Kredittdeildini fært tú ein spennandi og fjøltáttaðan gerandisdag. Umframt dagligu leiðsluna av starvsfólkunum, ið taka sær av kredittmetingum og innkrevjing, fært tú m.a. ábyrgd av teimum skipanum, ið verða brúktar í sambandi við niðurskrivingar og kredittmetingar.
BankNordik hevur virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi, og arbeiðið á Kredittdeildini fevnir sostatt um allar tríggjar marknaðir.

Starvið hevur tilvísing til fíggjar- og kredittstjóran í samtakinum, og starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn.

Høvuðsuppgávunar eru:

  • Starvsfólkaleiðsla og samstarv við tey sjey starvsfólkini á deildini, ið taka sær av kredittog innkrevjingaruppgávum
  • Kredittviðgerð av lánsumsóknum, undir hesum luttøka í kredittnevnd bankans
  • Tryggja áhaldandi menning av teimum skipanum, ið verða brúktar til kredittmetingar og niðurskrivingar
  • Rokna út avsetingar til kredittváða í sambandi við solvensuppgerðir
  • Hava kredittpolitikkin hjá bankanum um hendi
  • Styðja uppundir verksetingina av nýggjum reglum á kredittøkinum

Førleikakrøv
Vit sóknast eftir tær, sum:

  • megnar at skapa trivnað millum starvsfólkini á deildini umframt tryggja eitt gott samstarv við starvsfelagar á øðrum deildum
  • hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, m.a. royndir við kredittmeting
  • hevur gott innlit í roknskapar- og fíggjarviðurskifti
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í skrift og talu
  • ert virkisfús/ur umframt hevur eitt skipað og støðugt arbeiðslag

Harafturat vænta vit, at tú ert fyrikomandi og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av einum royndum og eldhugaðum toymi á Kredittdeildini, ið leggur dent á at loysa allar uppgávur skjótt og væl.

Um okkum
BankNordik hevur deildir í Grønlandi, Danmark og í Føroyum, og samanlagt starvast fleiri enn 400 starvsfólk í samtakinum. Vit leggja stóran dent á, at okkara starvsfólk trívast og støðugt mennast. Vit leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk, og vit eru harumframt tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og á deildunum.

Umsókn
Søk starvið her í seinasta lagi fríggjadagin 4. desember 2020.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rune Nørregaard,
fíggjar- og kredittstjóra, á run@banknordik.dk ella á telefon 330 442 / 230 442.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna