Sjálvgreiðslan
Faroe Music Export
Lagt út: 01.08.19
Umsóknarfreist: 15.09.19

Leiðari til FMX, Faroe Music Export

FMX (Faroese Music Export) er nýstovnað tónleikaútflutningstova, har aðalendamálið er at marknaðarføra føroyskan tónleik uttanlands og ráðgeva um tónleikaútflutning bæði til føroyska tónleikaumhvørvið og útlenskar fyritøkur og tónleikarar, ið fáa sær føroyskar samstarvsfelagar. Yvirskipaða uppgávan hjá FMX er at menna føroyska tónleikavinnu til útflutnings um alla verðina.

Í løtuni mugu vit ásanna, at tað prutlar undir lokinum i tónleikavinnuni, vit útgeva meira enn eitt tónleikaverk um vikuna og eru sammett við fólkatalið eitt av teimum mest musikalsku londunum i heiminum.

Er tú ein savnandi eldsál við sterkum samskiftisførleikum og góðum fyrisitingarligum evnum og vil vera við at ávirka og førleikamenna okkara tónleikaskatt út í heim?

Dagliga fert tú m.a. at taka tær av at:
uppbyggja netverk

umboða Føroyar á tiltøkum uttanlands

fara eftir altjóða uppmerksemi mótvegis føroyskum tónleiki og tónleikatiltøkum

at miðla samband millum virkandi tónleikarar og feløg

ráðgeva tónleikarum, feløgum og politiska myndugleikanum fyri at nevna nøkur evnir.

Førleikakrøv:

Vit sóknast eftir tær, ið kann skipa fyri Faroe FMX og klárar hesar nevndu uppgávur, og tær, sum tú annars kemur ásamt við stýrið í FMX um.

Vit ímynda okkum ein persón, sum eg jaligur og útvendur, dugir at skapa og helst hevur samband við fólk á hesum øki uttanlands.

Setanarviðurskifti:

Dagligi leiðarin vísir til stýrisbólkin í FMX. Løn og setanartreytir sambært avtalu við fíggjarmálaráðið. Talan er um eitt fulltíðarstarv, heimstaðurin er í  Gøtu, starvstíðin er  3 ár við møguleika at leinga eitt ár. Góð løn hjá rætta viðkomandi.

Í stýrinum sita Gissur Patursson, formaður, Mikael Blak, Fróði Stenberg og Unn Patursson.

Umsóknir skulu sendast til:

vinnuframi@vinnuframi.fo og vera okkum í hendi um miðjan september 2019. Starvið verður sett sum skjótast.

Tónleikaútflutningsstovan, Faroe Music Export (FMX), skal fremja føroyskan tónleikaútflutning og menna føroyaka tónleikavinnu, og tað verður Vinnuframi, ið fer at veita hjálp við bókhaldi og fyrisiting.

Vilt tú vita meira um hetta áhugaverda starv, ert tú vælkomin at seta teg i samband við formannin, Gissur Patursson, tel. 00298-213535.

F M X  Faroe Music Export  Tónleikaútflutningsstovan.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.