Sjálvgreiðslan
Skriva út
Umhvørvisstovan
Lagt út: 12.09.20
Umsóknarfreist: 15.10.20

Landinspektørur til Matrikulin

Starv sum landinspektørur á Umhvørvisstovuni er leyst at søkja

Tørvur er á royndum landinspektøri (landmátara) til matrikulumsitingina á Umhvørvisstovuni. Tað er fyrst og fremst arbeiðið við menning og talgilding av matrikuleru umsitingini, sum bíðar eftir tær. Starvið fevnir harumframt um matrikulera málsviðgerð og uppmáting.

Umframt matrikulin hevur deildin útskiftingar um hendi. Samskifti og samstarv við viðskiftafólk, kommunur og aðrar stovnar er ein týðandi partur av arbeiðinum, eins og tætt samstarv er við tinglýsingina og kortdeildina á Umhvørvisstovuni.

Hetta er eitt spennandi starv við avbjóðingum á tøkniliga, løgfrøðiliga og fyrisitingarliga økinum. Arbeiðsstaðið er ikki bert inni við telduskíggjan, men eisini á bygd, í bý og á fjøllum á uppmátingarferð og á ástaðarfundum.

Førleikar
Tú ert útbúgvin landinspektørur á universitetsstigi og hevur hollar royndir.

Vit sóknast eftir einum fólki við framfýsni at náa settum málum, sum sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva og samskifta við onnur, bæði í skrift og talu.

Setan
Starvið er skipað á matrikuldeildini, við tilvísing til deildarleiðaran. Løn og setanarviðurskifti vera eftir sáttmála millum akademikarafelagið og fíggjarmálaráðið.

Umsókn, saman við prógvum, CV o.t., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 15. oktober 2020.

Ert tú forvitin at vita meir – ring til okkum, ella send ein teldupost til Ronnie Thomassen, deildarleiðara (+298 234380, ronniet@us.fo).

Umsóknin skal sendast til: Umhvørvisstovan, Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, starv@us.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna