Sjálvgreiðslan
P/F Smyril-Line
Lagt út: 26.06.19
Umsóknarfreist: 22.07.19

Lærlingur til hotel skrivstovuna í Smyril Line

  • Skrivstovuútbúgving innan fyrisiting

Vilt tú vera við at mynda okkara sølu og fyrisitingarligu uppgávur á hotel skrivstovuni og tráar tú eftir at veita eina góða tænastu? So er tað tær vit leita eftir!

Um læruplássið

Tín starvsstaður verður á høvuðskontórinum Yviri við Strond og tú verður partur av einum dugnaligum sølu- og skrivstovu toymi á 4 starvsfólkum. Tú fær góða upplæring skiftisvirkandi við skúlagongdini og fær í takt við lærutíðini meira ábyrgd. Uppgávurnar, sum tú kemur at takast við sum lærlingur hjá okkum, eru í høvuðsheitum hesar:

  • Hjálpa og ráðgeva gestum okkara via telefon og teldupost hvønn gerandisdag
  • Søla av okkara produktum via telefon og teldupost; hotelkømur, mat og gestaupplivingar– og annað í samband við hetta
  • Søla av størri bíleggingum, har talan er um beinleiðis samband við gestin
  • Avklára og fakturera bíleggingarnar í okkara bókingar skipan, Spectra
  • Samskifta á virðiligan hátt við aðrar viðkomandi deildir so sum Hotel Hafnia, Hotel Skálavík og/ella Hotel Brandan
  • Viðgera klagur skjótt og hegnisliga

Tín vangamynd

Samskifti verður ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum og tí er umráðandi at:

  • Tú hevur lætt at práta við fólk
  • Dugir væl at málbera teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • Tú trívist at arbeiða í toymi og í einum umhvørvi, har dagar og uppgávur eru ymiskar

Setanarviðurskiftið

Lærutíðin er 2 - 4 ár, alt eftir um tú hevur útbúgving frammanundan. Læruplássið verður lønt sambært S&K sáttmálanum.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 22. juli 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir læruplássið við at senda ein teldupost, við umsókn og møguligum prógvi, til starv@smyrilline.fo.

 

Hevur tú spurningar til læruplássið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunnivu Arge, Sølu & Revenue leiðara, á tlf. 211272 ella via teldupost sa@hafnia.fo.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.