Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Hotel Hafnia
Lagt út: 03.09.19
Umsóknarfreist:

Lærlingur sum ognartænastutøkningur á Hotel Hafnia

Hevur tú handverkarahegni, skil fyri tøkni og dámar tær væl at loysa ymiskar uppgávur? Hotel Hafnia sóknast eftir lærlingi til okkara vaksandi Hotel samtak.

Vit bjóða
Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi lærupláss, ið fer at fevna um uppgávur á Hotel Hafnia og okkara nýggja hotelli, Hotel Brandan, sum letur upp í mai 2020. Tú fert sum frá líður at fáa meira ábyrgd, og tú sleppur at royna nógvar ymiskar uppgávur.

Útbúgvingin gevur eina sera fjølbroytta vitan innan hita, útluftningsskipanir, el, umhvørvi og orkugagn og letur eisini upp fyri góðum starvsmøguleikum framyvir. Eftir loknað útbúgving fær tú møguleika at søkja inná yrkisútbúgvinar so sum byggifrøði og orkutøkni. Meira kunning um útbúgvingina fæst her.

Uppgávur

Tú kemur at starvast á báðum hotellunum og m.a. at:

  • hjálpa við at røkja hotellini, bæði innan- og uttandura
  • tryggja at alt innan KT og tøkni virkar sum tað skal
  • syrgja fyri, at tað er reint og snøgt uttanfyri hotellini
  • finna fram til loysnir av ymiskum praktiskum trupulleikum
  • veita hjálp tá tær ymisku deildirnar hava tørv á tí
  • vera eitt stig frammanfyri og duga at fyribyrgja trupulleikum

Tín vangamynd

  • Hevur áhuga og vitan innan tøkni og tímir væl at arbeiða við ymiskum fyrifallandi arbeiðsuppgávum
  • Tær dámar væl at práta við fólk og er fyrikomandi
  • Tú dugir at skipa og raðfesta tínar uppgávur
  • Tímir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur lætt við at loysa ymiskar uppgávur frá A-Z

Setanarviðurskifti
Lærutíðin er millum 3 ár og 4 ár. Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 7. oktober 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir læruplássið við at senda tína umsókn við møguligum prógvum til hr@hafnia.fo. Vinarliga minst til at viðmerkja “ognartænastutøkningur” í evnisteigin. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar um læruplássið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur í Gong, á tlf 233142 ella rokt@hafnia.fo.  

 

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.