Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kriminalforsorgin
Lagt út: 12.11.20
Umsóknarfreist: 04.12.20

Kundi tú hugsað tær at komi í læru sum fangavørður

Kriminalforsorgin hevur eitt dagstarv tøkt frá 1. januar 2021 og leitar tí eftir skikkaðum fólki til hetta spennandi læruplássið.

Um læruplássið:
Vit bjóða eitt lærupláss við ábyrgd, ávirkan og avbjóðingum, har tvørfakligt samstarv er í hásæti. Talan er um fulltíðarstarv á 37 tímar um vikuna í dagtíð.

Lærutíðin er 3 ár og nakað av skúlagongdini er í Danmark við lestrarstuðli.

Arbeiðsuppgávur:

- at kveikja innsett til arbeiði og skúla

- at stuðla og menna yrkisførleikar hjá innsettum

- at stuðla málsviðgerðini í samstarv við fangavørðar og sosialráðgevar

- at luttaka í felagsuppgávum hjá stovninum

- at vera partur av trygdartilbúgvingini

Vit vænta:

  • At tú ert væl fyri sálarliga og kropsliga
  • At tú ert ágrýtin, ábyrgdarfull(ur) og hevur gott hugalag
  • At tú dugir at læra frá tær og at samstarva við onnur
  • At tú kanst kveikja og menna menniskju á sera ymiskum støði
  • At tú trívist í samveru við innsettum og møtir teimum við virðing, nærveru og er skillig(ur), umframt dugir at seta mørk
  • At tú kanst arbeiða í rokaligum umstøðum og kann rúma ymisk menniskju
  • At tú hevur góðar samstarvsførleikar, er fleksibul og kanst átaka tær døgnvaktir eftir tørvi
  • Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan arbeiði við menniskjum

Setanar- og lønarviðurskifti:
Talan er um tænastumannastarv eftir sáttmála millum Dansk Fængselsforbund og Moderniseringsstyrelsen.

Umsókn:
Umsóknarfreistin er 4. desember. kl. 12.00. Umsókn, CV vm. skal sendast til faeroerne.arrest@krfo.dk.

Kunning:
Les meira um útbúgvingina til fangavørð her: https://www.kriminalforsorgen.dk/karriere/betjentuddannelsen/

Øll eru vælkomin at frætta meira um starvið við at ringja til eindarstjóra Elkin Klettheyggj tlf. 233802 ella eindarleiðara Heðin Askham tlf. 233803.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna