Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 14.05.20
Umsóknarfreist: 28.05.20

KT-supportari

Megnar tú at hava fleiri bóltar í luftini samstundis? Dugir tú eisini at samstarva við fleiri fakbólkar og á fleiri pallum? Og vilt tú vera við til at veita eina góða tænastu?

So er KT-toymið hjá Tórshavnar kommunu kanska nakað fyri teg!

Vit leita eftir einum dugnaligum KT-supportara til KT-deildina. Deildin húsast í miðbýnum í Havn, og her fært tú 12 dugnaligar samstarvsfelagar.

TÚ FÆRT EISINI NÓGVAR SPENNANDI UPPGÁVUR:

• Support og klárgering av hardware og software
• Test av ymiskum loysnum og útgerð
• Supportuppgávur yvir telefon, teldupost og á staðnum
• Design av viðkomandi KT-loysnum til stovnar hjá Tórshavnar kommunu og samráðingar við veitarar
• Menning og effektivisering av supportuppgávunum
• Loysing av KT-trupulleikum og gerð av mannagongdum
• Verkætlanarleiðsla
• AD-hoc uppgávur av ymiskum slag

VIT VÆNTA, AT TÍN KT-AMBOÐSKASSI ER DAGFØRDUR:

• Tú hevur holla vitan og royndir við support. Harafturat hevur tú vitan og royndir innan trygd, skráseting og skjalfestan av arbeiði og loysnum
• Tú hevur arbeitt við AD, Group Policy, Print Management, netverk, switchir, tráðleyst netverk, Helpdesk og skipanum í einum Enterprise-umhvørvi
• Tað er ein fyrimunur, at tú hevur innlit i SCCM, VMWare og Microsoft-tøkni, og at tú kennir grundreglurnar fyri ITIL
• Tú hevur fingurin á pulsinum, og veit, hvat rørir seg innan títt øki

TÚ ERT EIN GÓÐUR SAMSTARVSFELAGI OG MEGNAR AT ARBEIÐA Í EINUM FJØLBROYTTUM ARBEIÐSUMHVØRVI:

• Tú tekur ábyrgd, ert úrslitssøkin og tær dámar at arbeiða við verkætlanum og dagligum rakstri
• Tú ert skipað/-ur og lagalig/ur við eyga fyri smálutum, og tú megnar at raðfesta í mun til avtalaði mál
• Tú megnar at arbeiða við fleiri áhugapørtum og hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
• Tað fellur tær lætt og natúrligt at miðla tína vitan til tínar starvsfelagar
• Tú megnar at seta brúkaran í miðdepilin og veita eina góða tænastu

SETANARTREYTIR
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKNARFREIST
Umsókn saman við avriti av prógvi og lívsgongdarlýsing skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 28. mai 2020. Umsóknin skal vera merkt „KT-supportari“.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Lars Larsen Black, KT-leiðara, á telefon 250865 ella á lars@torshavn.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.