Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kringvarp Føroya
Lagt út: 28.10.19
Umsóknarfreist: 15.11.19

Kringvarpið søkir eftir journalistum

Kringvarp Føroya søkir eftir fýra journalistum at seta í starv á Aktueltdeildini. Talan er um
eitt fast starv og trý tíðaravmarkað størv.

Fyrimunur er, um tú hevur journalistiska ella aðra viðkomandi útbúgving, men tað er eingin treyt. Tú skalt hava royndir við tíðindaflutningi, og tú skalt tora at avdúka tað, sum onnur vilja fjala.

Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og talu, og vera eins dúglig/ur við penni sum við mikrofon. Kringvarp Føroya virkar á trimum pallum: útvarpi, sjónvarpi og á kvf.fo.

STØRVINI
Fasta starvið verður sett frá 1. februar 2020. Hini størvini verða sett skjótast gjørligt.

VIT BJÓÐA
● spennandi og áhugavert starv, har eingin dagur er líka
● møguleika at royna seg sum reportara, redaktør og vert á sendingum
● starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í føroyska samfelagnum

TÚ SKALT
● duga at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
● hava høgt trúvirði og sunnan, kritiskan sans og hava høvdið kalt
● duga undir tíðartrýsti at síggja, hvat er viðkomandi og hvat er óviðkomandi, so tíðindaflutningurin er viðkomandi fyri øll fólk í Føroyum
● arbeiða í skiftandi vaktum og vera til reiðar at sleppa øllum, tá ein søga skal forteljast

SETANAR- OG LØNARVIÐURSKIFTI
Tann, ið sett/ur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávunum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna í miðal.

EVSTAMARK AT SØKJA O.A.
Umsóknir til starvið skulu sendast til umsokn@kvf.fo. Evstamark at søkja er fríggjadagin 15. november 2019. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Georg L. Petersen, tíðindaleiðara, telefon 296512, ella við at senda teldupost til georg@kvf.fo
__________________________________________________________________________________________________________

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Kringvarpsstjórin stjórnar stovninum við tilvísing til stýrið, ið telur sjey limir. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá kunngerðum, ískoytisveitingum og eydnuspølum. Kringvarp Føroya hevur fýra deildir: Aktuelt, Mentan, Tøkni og Fyrisiting. Umleið 80 fólk eru í føstum starvi á stovninum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.