Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kriminalforsorgin
Lagt út: 05.05.20
Umsóknarfreist: 01.06.20

Kriminalforsorgin søkir eftir sosialráðgeva

Vit hava eitt fulltíðarstarv til setan frá 15. august 2020.

Fría Kriminalforsorgin (KiF) arbeiðir við dømdum, ið hava fingið eftirlit í samband við ein treytaðan dóm, royndarleyslating ella viðgerðardóm. Vit fullgerða samfelagstænastudómar og dómar við øðrum treytum so sum rúsdrekka- og rúsevnisviðgerð. Harumframt gera vit persónskanningar og útinna forsorgararbeiði í Varðhaldinum.

Endamálið við okkara arbeiði er at stuðla viðskiftafólkum í at liva eitt lív uttan lógarbrot.

Vit arbeiða við amboðnum LS/RNR fyri at skipa eftirlitið til tann einstaka og brúka motiverandi samtalur undir eftirlitinum.

Í nøkrum eftirlitum, har viðskiftafólkið er í serliga stórum vanda fyri afturstigi til lógarbrot, arbeiða vit við MOSAIK (Motiverende Samtaleintervention i Kriminalforsorgen). Hetta er ein skipaður eftirlitsháttur við serligum venjingum.

Tú verður útbúgvin í hesum á skeiðum í Danmark.

Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan í KiF er at seta í verk og hava eftirlit við at tær treytir, ið eru settar í samband við dóm og royndarleyslating, verða hildnar. Harumframt at kveikja til broyting og stuðla viðskiftafólkinum í at liva eitt lív uttan lógarbrot. Hetta verður gjørt við:

  • at hava eftirlit við viðskiftafólkum
  • at gera vanda- og tørvsmetingar, umframt gerðarætlanir at brúka í eftirlitinum
  • at hava samband við samstarvsfelagar viðvíkjandi samfelagstænastu, viðgerð v.m.
  • at samstarva við Psykiatriska Depilin um viðgerðardømd
  • at samstarva við Almannaverkið um veitingar til viðskiftafólkini
  • at gera persónskanningar og fráboðanir til ákæruvaldið
  • og arbeiða í tøttum samstarvi við fangavørðar við at vegleiða og stuðla teimum innsettu í Varðhaldinum

Vit bjóða:

  • upplæring eftir tørvi
  • góðar, dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagaðar
  • eitt fjøltáttað og ábyrgdarfult starv
  • gott arbeiðsumhvørvi
  • møguleika fyri sjálv/ur at leggja arbeiði til rættis
  • fakliga menning og útbúgving í LS/RNR og MOSAIK

Vit vænta, at tú:

  • er útbúgvin sosialráðgevi
  • er ágrýtin og sálarliga væl fyri
  • hevur hug at arbeiða við menniskjum
  • kann samskifta væl bæði munnliga og skrivliga á donskum og føroyskum
  • dugir at skipa títt arbeiði og eisini raðfesta fyrisitingarligt arbeiði
  • hevur koyrikort og bil
  • er ja-lig/ur og brennir fyri at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • hevur reina revsiváttan

Setanartreytir
Setanin er eftir galdandi sáttmála millum Danska Fíggjarmálaráðið og Danska Sosialráðgevarafelagið

Talan er um fulltíðarstarv à 37 tímar um vikuna.

Setanin er frá 15. august 2020.

Setanarstaður er Fría Kriminalforsorgin í Føroyum, í Mjørkadali, undir stovninum Østsjælland, Bornholm og Færøerne.

Umsókn
Umsókn, CV, váttan um útbúgving vm. skal sendast til kif.faeroerne@krfo.dk í seinasta lagi 1. juni 2020.

Setanarsamrøður verða í viku 24.

Onnur kunning
Ynskir tú at vita meira um arbeiðið, so ert tú vælkomin at venda tær til eindarstjóran, Elkin Klettheyggj á tlf. 233802 ella sosialráðgevan, Beintu Bergsdóttir á tlf. 233805.

Meira kunning um Kriminalforsorgina finnur tú á www.kriminalforsorgen.dk

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.