Sjálvgreiðslan
Skriva út
Faroe Ship
Lagt út: 01.10.19
Umsóknarfreist: 14.10.19

Koyrisamskipari til kundatænastuna hjá Faroe Ship

Faroe Ship leitar eftir koyrisamskipara, sum kann samskipa innanlandsflutningin hjá felagnum.

Ábyrgdin hjá koyrisamskiparanum í kundatænastuni er í høvuðsheitum:

  • At alsamt tryggja tænastustøðið
  • At samskipa koyringina hjá felagnum
  • At vera partur av fakturering og skráseting

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við royndum og ágrýtnum starvsfeløgum. 35 starvsfólk eru í føstum starvi á deildini, meðan avloysarar traðka til, tá á stendur. Starvið er fulla tíð, og roknast skal við skiftandi arbeiðstíðum.

Førleikar
Tann rætti umsøkjarin hevur evnir innan flutningssamskipan og megnar fleiri uppgávur í senn. Vit leggja dent á góð samstarvsevni, og at umsøkjarin til tíðir tolir at arbeiða undir trýsti. Teldukunnleiki á brúkara støði er førleiki, ið er at meta sum fyrimunur. Umsøkjarar mugu standa seg væl í føroyskum, donskum og enskum á skrift og í talu.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn eftir avtalu. Áhugaðir umsøkjarar kunnu fáa nærri at vita um starvið frá Per D. Jacobsen, deildarleiðara á telefon 549053 ella skriva til per@faroeship.fo

Umsóknarfreistin er 14. oktober 2019. Umsóknir við viðkomandi skjølum skulu sendast til per@faroeship.fo

Faroe Ship

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.