Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tjóðsavnið
Lagt út: 03.09.19
Umsóknarfreist: 30.09.19

Konservator til Tjóðsavnið

Tjóðsavnið søkir eftir náttúrusøguligum konservatori at seta í starv 1. des. 2019 ella skjótast gjørligt eftir tað. Talan er um eitt fjøltáttað starv. Konservatorurin hevur ábyrgd av og eftirlit við øllum goymslum hjá náttúrusøguligu deildunum á Tjóðsavninum. Tær eru plantudeildin, landdjóradeildin og sjódjóradeildin. Harafturat hevur konservatorurin eisini ábyrgd av teimum lutum í framsýningini, sum knýta seg at somu deildum. Konservatorurin hevur eisini til uppgávu at fáa sett upp lutir og framleitt lutir, sum skulu sýnast fram.

Konservatorurin verður partur av tveimum toymum. Eitt við savnsvørðunum á náttúrusøguligu deildunum og eitt saman við miðlafólkunum. Tær uppgávur, sum konservatorurin ikki sjálvur megnar at loysa, skal hann finna onnur at loysa fyri savnið.

Uppgávur

Høvuðsuppgávurnar hjá konservatorinum eru at:

  • Røkja náttúrusøguliga savnið
  • Røkja náttúrusøguliga partin av framsýningum Tjóðsavnsins
  • Taka móti djórum til konservering og varðveiting
  • Gera kopi og avstoypningar til framsýningar

Vit vænta, at tú hevur:

  • Útbúgving innan konservering av náttúrusøguligum tilfari
  • Koyrikort til persónbil
  • Góð samstarvsevni og ert ágrýtin
  • Góð evni at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum

Eginleikar

Tú skalt vera fleksibul, kreativ/ur og duga at arbeiða undir trýsti. Tú skalt vera tænastusinnað/ur og sinnað/ur at finna loysnir. Harafturat skalt tú duga at arbeiða sjálvstøðugt og saman í toymi.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Fleiri upplýsingar

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Súsannu Joensen, siðsøguligur konservator á Tjóðsavninum, tlf. 790555 ella susannaj@savn.fo.

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Tjóðsavnið

Postrúm 1155

110 Tórshavn, ella til savn@savn.fo

 

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. sep. 2019.

________________

 

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Tjóðsavnið varðar eisini av myndugleikauppgávum í sambandi við Fuglaveiðilógina, lokal søvn í landinum, mentanarsøgulig skip og friðing av fornminnum og bygningum. Sí www.tjodsavnid.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.