Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fuglafjarðar Kommuna
Lagt út: 24.02.20
Umsóknarfreist: 17.04.20

Kommunustjóri til Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna skal hava nýggjan kommunustjóra, nú kommunustjórin leggur frá sær fyri aldur, eftir 45 árum í starvinum. Talan er um eitt áhugavert, avbjóðandi, spennandi og fjølbroytt starv, sum er leyst at søkja.

Fuglafjarðar kommuna er ein kommuna í framburði við sterkum vinnulívi, livandi mentanarlívi og skapandi borgarum innan øll øki. Í kommununi starvast 120 fólk, harav 13 starvast í umsitingini.

Umsitingin í Fuglafjarðar kommuna miðar ímóti at veita víðskygdar tænastur, har strembað verður eftir at veita bestu umstøður til menning og framburð saman við borgarum, vinnulívi o.ø.

Tí er umráðandi, at kommunustjórin og starvsfólkini stuðla býráðnum við at seta dagskránna í mun til samfelagið, og at kommunustjórin setur serligt fokus á framburð, í samstarvi við borgarar, vinnu og aðrar áhugabólkar.

Starvið sum kommunustjóri
Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá býráðnum, fíggjarnevndini og borgarstjóranum og sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi saman við borgarstjóranum. Kommunustjórin hevur ábyrgdina av samskiftinum ímillum politiska og umsitingarliga myndugleikan.

Kommunustjórin er skrivari hjá býráðnum, fíggjarnevndini, tilbúgvingarnevndini og Hellunevndini og er limur í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum, har allar ætlaðar broytingar á kommunala økinum verða viðgjørdar.

Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá kommunustjóranum eru at:

  • tryggja, at leiðslubólkurin virkar sum ein savnað, samskipandi og strategiskt hugsandi eind
  • tryggja, at umsitingin kann veita politisku skipanini professionella og fakliga ráðgeving á hægsta stigi
  • menna kommununa sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum, greiðum málum og krøvum um úrslit
  • tryggja, at kommunan hevur eina fullgóða fíggjarstýring
  • tryggja, at umsitingin er før fyri at veita øllum borgarum og vinnulívi í kommununi eina dygdargóða tænastu og samstarv
  • fyrireika og menna kommununa, soleiðis at hon kann taka við teimum avbjóðingum og uppgávum, sum verða lagdar kommununum at umsita í framtíðini.
  • Kommunustjórin hevur eisini hesar ábyrgdir:
  • at vera næsti ráðgevi hjá býráðnum, fíggjarnevndini og borgarstjóranum, herundir ráðgeving innan lóggávu og onnur stýringsamboð, ið eru í eini politiskt stýrdari umsiting
  • at hjálpa borgarstjóranum og býráðnum í leiklutinum sum kommununnar umboð í sambondum við borgarar, vinnulív og aðrar viðkomandi partar
  • at umboða kommununa í samstørvum, nevndararbeiði v.m. í sambondum við land, kommunur, vinarbýarsambond o.o.
  • at tryggja, at kommunan er opin fyri og at lurtað verður eftir borgarum, vinnuni, umheiminum og aktuellum kommunalum áhugamálum
  • at standa fyri yvirskipaðu leiðsluni av allari organisatiónini og tryggja sjónlig mál og virði á øllum økjum
  • at seta í verk nýggja lóggávu, politisk mál og politiskar avgerðir annars
  • at politiskar avgerðir verða framdar av fullum huga
  • at tryggja, at umsitingin er tilvitað um góðsku og tilfeingi, herundir at hon er sinnað at betra arbeiðshættir.

Førleikakrøv til kommunustjóran
Tey, sum søkja starvið, verða mett eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Fakligir førleikar

  • Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, ella aðra viðkomandi útbúgving saman við royndum
  • Kunnleiki til almenna umsiting og dugir fyrisitingarliga handverkið
  • Royndir at arbeiða í einum politiskum umhvørvi
  • Holl vitan, gott yvirlit og góð analytisk evni, tá ræður um kommunal viðurskifti
  • Innlit í ella vilja til at seta seg inn í lógir og reglur á kommunala økinum
  • Hevur kunnleika til kommununa og kommunal viðurskifti
  • Gott innlit í samfelagsviðurskiftini í Føroyum í breiðum høpi
  • Hevur viðkomandi leiðsluroyndir og leiðsluvitan, íroknað royndir og evni at leiða saman við øðrum og gjøgnum onnur
  • Dugir væl at samskifta og málbera seg á føroyskum í skrift og í talu.

Leiðsluførleikar

  • Ynskiligt er, at tað fólk, ið sett verður, hevur flest allar av hesum eginleikum:
  • Hevur natúrligan myndugleika og jaligan atburð
  • Er ein góður liðleiðari, sum kann fremja gott og jaligt samstarv í leiðslubólkunum
  • Dugir at býta arbeiðið og at leiða gjøgnum aðrar leiðarar
  • Kann seta seg við borðendan, tá ið tørvur er á tí, og torir at taka tær avgerðir, ið skulu takast
  • Er ein góður ráðgevi hjá borgarstjóranum og politisku skipanini sum heild
  • Dugir at fremja politiska viljan í verki
  • Dugir at geva politisku skipanini røttu amboðini at raðfesta við
  • Er leiðari fyri allari kommununi, og tí sjónligur fyri øllum
  • Dugir at eggja til nýhugsan
  • Er treystur og letur seg ikki lættliga taka av fótum av atfinningum
  • Dugir væl at lurta. Dugir væl at loysa ósemjur og at vinna sær virðing, men hevur tó virðing fyri ymsu sjónarmiðunum.

Persónligir førleikar
Kommunustjórin hevur í yrkinum nógv samskifti og samtarv við onnur fólk, og tí eru persónligu eginleikarnir týdningarmiklir. Væntað verður, at viðkomandi persónur:

  • Er jalig/ur og siðilig/ur og vísir øðrum álit og virðing, eisini tá ið hart leikar á
  • Er opin, líkatil og óhátíðarligur. Er búgvin, hevur humor og spjaðir gott lag kring seg og dámar væl tætt samskifti við politikarar, leiðarar og starvsfólk
  • Er sterk/ur og hevur ró og yvirlit, eisini tá ið støðan gerst torfør, ella tá ið arbeitt verður undir trýsti
  • Megnar at standa trygt og týðiliga fram, mitt í øllum avbjóðingunum. Er virkisfús/ur og er týðiliga áhugað/ur
  • Er bærilig/ur og reiðilig/ur og megnar at umboða kommununa á ein góðan hátt.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett frá 1. september 2020. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til: jakupl@fuglafjordur.fo

Umsóknir skulu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 17. apríl 2020 kl. 12:00.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at venda tær til Sonna á Horni, borgarstjóra, á telefon 238075, ella Jákup Frants Larsen, kommunustjóra, á telefon 238002. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu: www.fuglafjordur.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.