Sjálvgreiðslan
Skriva út
Nes Kommuna
Lagt út: 10.09.20
Umsóknarfreist: 01.10.20

Kommunuskrivari til Nes kommunu

Nes kommuna søkir eftir kommunuskrivara at byrja skjótast til ber. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting, bygdaráð og borgarstjóra.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR ERU Í HØVUÐSHEITUM

  • Móttaka og fyrireika innkomin mál til nevndarviðgerð
  • Vera næsti ráðgevi hjá borgarstjóra og bygdaráði, herundir ráðgeving innan lóggávu og onnur stýringsamboð, ið eru í eini politiskt stýrdari umsiting
  • Vera skrivari á fundum hjá bygdaráðnum og nevndum
  • at avgreiða mál frá bygdaráðsfundum, í samráði við borgarstjóran
  • Viðgera og avgreiða jarðarmál, í samstarvi við teknisku deild
  • Umsita journalskipanina
  • Umsita heimasíðuna
  • Umframt aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur.

FØRLEIKAKRØV

  • Hava viðkomandi ástøðiliga útbúgving
  • Hava kunnleika til og helst royndir innan almenna umsiting
  • Hava góðan telduførleika
  • Hava áhuga í og førleika til málsviðgerð
  • Hava góð samstarvsevni og kunna umboða kommununa á hóskandi hátt mótgevis borgarum, almennum stovnum og øðrum samstarvsfeløgum
  • Duga væl at samskifta og kunna orða seg greitt í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • Vera fleksibul, tí arbeiðstrýstið er ymiskt, og partar av arbeiðnum koma at liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð
  • Duga væl at lurta og vera jaligur og siðiligur

VIT BJÓÐA
Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi, við skiftandi uppgávum innan kommunala umsiting.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og starvsmannafelagið.

Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Í arbeiðstíðini er íroknað fundarluttøka, sum liggur uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til: nes@nes.fo, í seinasta lagi 1. oktober 2020.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jóhannus Danielsen, borgarstjóra, á telefon 447586 ella 565000.

NES KOMMUNA
Á kommunuskrivstovuni arbeiða, umframt borgarstjóran, ein tekniskur leiðari, ein roknskaparleiðari, ein bókhaldari og ein lærlingur.

Nes kommuna er ein framsøkin kommuna. Við atliti til umhvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frítíðar- og bústaðarmøguleikum. Vit ynskja at vera ein kommuna ið er savnandi, vísir umsorgan og gevur møguleikar fyri tí einstaka og familjuni at trívast. Eisini ynskja vit, saman við opinleika, góðum samskifti og dugnaskapi, at skapa álit ímillum borgara og kommununa.

Nes kommuna er ein kommuna fyri øll, og vit vilja skapa lív og ganga fremst.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna