Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kommunufelagið
Lagt út: 20.05.21
Umsóknarfreist: 07.07.21

Kommunufelagið søkir løgfrøðing

Kommunufelagið søkir eftir løgfrøðingi at byrja í starvi 1. august 2021.

Sum løgfrøðingur í Kommunufelagnum verða uppgávur tínar at ráðgeva limakommununum í løgfrøðiligum spurningum og annars at virka sum løgfrøðiligur ráðgevi innanhýsis viðvíkjandi fyrisitingini í Kommunufelagnum.

Umframt hetta skal tú kunna standa fyri skeiðsvirksemi av ymiskum slag.

Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi, og tú skalt verða før/ur at arbeiða undir ávísum trýsti.

Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv so sum cand.jur. ella líknandi.

Starvsroyndir frá miðfyrisiting, úr kommunala geiranum ella aðrar líknandi starvsroyndir eru ein fyrimunur.

Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein treyt, at tú hevur politiskt tev og áhuga fyri kommunalum viðurskiftum sum heild.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.
Umsókn við avriti av prógvum og øðrum skal sendast Kommunufelagnum á eydunc@kf.fo .

Umsóknarfreist
Umsóknin skal saman við prógvum og CV vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. juni 2021 kl. 12.00.

Upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, á telefon 282480 ella á telduposti eydunc@kf.fo.

Starvsprofil og upplýsingar um Kommunufelagið finnur tú á heimasíðuni hjá Kommunufelagnum www.kf.fo
_________________________________________________________________________________________________________________________

Kommunufelagið røkir áhugamálini hjá kommununum. Starvsfólkini í Kommunufelagnum ráðgeva og vegleiða kommunupolitikarum og kommustarvsfólki í almennum spurningum og ivamálum, og umboða kommunurnar í arbeiðsbólkum og nevndum.
Kommunufelagið heldur til í Kommunuhúsinum í R.C.Effersøesgøtu 26, saman við Kommununala Arbeiðsgevarafelagnum og Barnaverndarstovu Føroya

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna