Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Smyril-Line
Lagt út: 19.11.19
Umsóknarfreist: 08.12.19

HR-ráðgevi farloyvisstarv

Smyril Line sóknast eftir einum dugnaligum HR-ráðgeva til starvsfólkadeild okkara.

Um tú hevur áhuga í at arbeiða innan starvsfólkatrivnaða og viðurskiftir innan HR, fyri eina spennandi altjóða fyritøku, so er hettar tað rætta arbeiðsplássið fyri teg.

Smyril Line er eitt arbeiðspláss í vøkstri, og er HR deildin ein sentral funktión til alt samtakið. Uppgávurnar eru spennandi og fjøllbroyttar, og samstarvar ein dagligani við leiðarar og starvsfólk í øllum samtakinum.

Uppgávur fevna m.a. um:

  • Ymiskar fyrisitingarligar uppgávur á deildini
  • At avgreiða dagligar fyrispurningar frá starvsfólkum og leiðarum
  • Fyrireika og samskipa seminar
  • Samskipan og ráðgeving í sambandi við starvssetanir
  • At menna og dagføra innanhýsis vegleiðingar og mannagongdir

 Tín vangamynd

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroyndir innan HR
  • Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Tú ert álítandi og ábyrdgarfull/ur
  • Tú hevur sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag og dugir eisini væl at arbeiða í toymi
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Vit bjóða:
Eitt spennandi farloyvisstarv, har tú fært møguleikan at nema tær eina breiða HR-vitan og góðar royndir í einari støðugt mennandi og áhugaverdari fyritøku.

Farloyvisstarvið er í 14 mánaðir, við ætlandi byrjan í január 2020. Tað er møguleiki fyri at setanin kann verða longd.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Freistin at søkja er 8. desembur 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til starv@smyrilline.fo

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hjørdis í Dávastovu, HR-leiðara, á telefon 235950 ella á hjordis@smyrilline.fo.

Smyril Line eigur størsta ferðamannaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland. Smyril Line eigur og rekur eisini Hotel Hafnia, og er í holt við at byggja Hotel Brandan, sum letur dyrnar upp 1. mai 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.