Sjálvgreiðslan
NORA
Lagt út: 09.08.19
Umsóknarfreist: 02.09.19

Hevur tú hug at menna samstarv í norðuratlantshavi?

Vit hava fleiri uppgávur fyri framman, og leita tí eftir einum arbeiðssamum og fyrikomandi persóni, at arbeiða við verkætlanunum, ið verða framdar av NORA. Starvið er tíðaravmarkað til í mesta lagi 2 ár, tó verur starvsfólki sett, í fyrsta umfari, í eitt ár.

Uppgávur
Stórur partur av arbeiðinum í NORA er skipað í verkætlanir. Verkætlanirnar hava røtur í
Norðurlendska samstarvinum og fevna um Norðuratlantshavi og seta tí bæði málslig krøv, eins og krøv til samstarvsevnir, eitt nú tá fleiri lond samstarva.

Uppgávurnar eru í stuttum at verða við til at fremja hesar verkætlanir á ein góðan, skynsaman og nøktandi hátt.

Harumframt kann viðkomandi eisini rokna við, at tørvur er at taka hond í annað arbeiði, sum
gongur fyri seg á stovninum.

Ynskir og krøv til førleika

  • Kravt verður, at tú hevur bechelor útbúgving ella annað á hægri støði, eins og tú hevur útbúgving innanfyri fakøkið ið eru viðkomandi fyri NORA (til dømis náttúruvísindi, samfelagsvísindi, samskiftið).
  • Vit ynskja, at tú er góð/ur til at miðla og samskifta við onnur.
  • Vit krevja, at tú ert góð/ur til at samskifta á føroyskum, donskum (skandinaviskum) og enskum máli, bæði í skrift og talu.
  • Vit ynskja, at tú hevur altjóða royndir.
  • Tú kanst rokna við, at arbeiðið krevur nakað av ferðing, bæði uttanlands og í Føroyum.
  • Og til síðst vænta vit, at tú ikki er bangin fyri at taka fatt!

Løn og setanartreytir eru við støði í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Starvi verður sett 1. oktober 2019 ella skjótast gjørligt.

Eru spurningar, kann nærri kunning fáast við at ringja ella senda teldupost til stjóran, Ásmund
Guðjónsson, telefon 21 48 44 ella teldupostadressu (asmundur@nora.fo).

Áhugaði kunnu lesa meira um NORA á heimasíðuni www.nora.fo.

Umsóknin skal sendast nora@nora.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 2. september 2019.
Umsóknin skal skrivast á donskum (skandinaviskum) máli.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.