Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 08.09.21
Umsóknarfreist: 23.09.21

Hevur tú fingurin á pulsinum?

Landsverk søkir eftir framfýsnum starvsfólki at hava um hendi verkætlanarleiðslu av byggiverkætlanum.

Landsverk hevur tørv á starvsfólki við hegni, nærlagni og orku at standa fyri verkætlanum innan bygging. Uppgávan er at syrgja fyri, at byggiverkætlanir hjá Landsverki verða væl fyriskipaðar og leiddar trygt á mál. 

Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er at hava verkætlanarleiðslu um hendi. Fyrireiking, fyriskipan, leggja ætlan, stýring, útinnan og avhendan eru nøkur av orðunum á vegnum, men í gerandisdegnum er uppgávan at halda fingurin á pulsinum og syrgja fyri, at røttu avgerðirnar støðugt verða tiknar, soleiðis at verkætlanin hevur rætta framdráttin.

Sum verkætlanarleiðari fert tú at hava ábyrgd av at leiða og tryggja framdrátt á verkætlannum. Tú skalt kunna samskifta við allar partar, arbeiða tvørtur um fakøki og arbeiðstøkur og duga at leggja neyvar ætlanir fram í tíð. Starvið er fjølbroytt, og tú hevur stóra ávirkan á úrslitið av tínum gerandisdegi. Møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning, og skipað verður fyri skeiðum, upplæring í innanhýsis verkætlanarleisti og mannagongdum innan eitt nú fíggjarstýring.

Førleikakrøv
Útbúgving innan verkfrøði, byggifrøði ella arkitektur og vitan um bygging í breiðari merking. 

Vit leggja dent á førleikar at virka sjálvstøðugt og eginleikan at leiða til eitt gott úrslit. Samstarvshugur og samstarvseginleikar hava týdning. 

Royndir innan bygging og innan mannagongdir í størri byggiverkætlanum kunnu vera ein fyrimunur.  

Setanarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Setanarøkið er Landsverk, og tænastustaðurin í løtuni er á Tinghúsvegnum. Tann, ið sett/-ur verður, má tola, at tað kunnu henda broytingar í starvinum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. september 2021. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jákup F. S. Olsen, deildarleiðara á telefon 290884 ella á jakol@lv.fo

Landsverk byggir land
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.

Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna