Sjálvgreiðslan
Skriva út
Havstovan
Lagt út: 17.11.20
Umsóknarfreist: 16.12.20

Havstovan søkir eftir biologassistenti

Søkt verður eftir biologassistenti til deildina fyri havsúgdjór á Havstovuni 

Viðkomandi skal vera við í dagliga arbeiðinum á deildini fyri havsúgdjór, ið m.a. fevnir um at:

– Gera lívfrøðiligar kanningar av hvali og kópi.

– Skráseta dáta á teldu og greina aldur, nøring og annað á starvsstovu.

– Fara við Jákup Sverra og øðrum skipum/bátum at gera kanningar.

– Annað fyrifallandi arbeiði á stovninum.

Umsøkjarar við áhuga fyri havlívfrøði og kunnleika til hval og kóp hava fyrimun. Góð evni at samstarva er ein fortreyt. Eisini er ynskiligt at viðkomandi er kropsliga væl fyri, praktiskur og er tøkur aðrar tíðir enn vanligar arbeiðstíðir, til dømis tá grind er.

Setanartreytir
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 16. desember 2020.

Umsóknirnar skulu sendast til:       

Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn

ella teldupost: hav@hav.fo

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjarna Mikkelsen, lívfrøðing, teldupost: bjarnim@hav.fo, tlf. 27 85 88.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna