Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Fiskaaling
Lagt út: 03.05.21
Umsóknarfreist: 30.05.21

Granskandi deildarleiðari til Fjarðaelvi á Fiskaaling

Fiskaaling søkir eftir leiðara at standa á odda fyri deildini Fjarðaelvi. Deildin granskar havfrøðiligu viðurskiftini og líkindini á føroyskum firðum, alifirðum og runt føroysku oyggjarnar.

Tú verður partur av granskingarumhvørvinum á Fiskaaling, ið er fremst í Føroyum í alirættaðari gransking. Tú verður granskandi leiðari. Tað merkir, at týðandi partur av tínum starvi verður gransking, og tú hevur møguleika at halda fram við granskingarverkætlanum, tú ert í holt við, um tær samsvara við granskingarøkini hjá Fiskaaling.

Sum leiðari ert tú við til at íbirta og menna granskingararbeiðið. Vit fáa gagn av tíni hollu vitan, royndum og netverki. Harafturat leggur tú til rættis og skipar ymisku uppgávurnar á deildini, og tryggjar soleiðis munadygt arbeiðsumhvørvi, framfýsni og úrslit.

Fiskaaling hevur granskingarfarið Andriasi Reinert, nógva mátiútgerð og teldumegi, ið støðugt verður útbygd (HPC).

Vit arbeiða í høvuðsheitum við at gera mátingar, greina data og at modellera. Í løtuni eru 5 starvsfólk á Fjarðaelvi , harav 3 eru PhD-lesandi, ið øll halda til við Áir.

Tú verður partur av leiðslubólkinum á Fiskaaling, ið skipar karmarnar fyri framtíðar granskingararbeiði, tryggjar tvørdeildarliga samstarvið á Fiskaaling og mennir starvsfólkahópin á ymiskan hátt.

Talan er um eitt spennandi starv, har tú saman við starvsfólkunum áhaldandi arbeiðir við at framleiða vitan, sum kann verða grundarlag undir menningini av føroysku alivinnuni.

Førleikar
Tú hevur akademiskt prógv (helst PhD) í havfrøði, teldufrøði, verkfrøði, ella líknandi, umframt granskingarroyndir. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur leiðsluroyndir, royndir í at leiða granskingarverkætlanir og at skriva umsóknir til granskingargrunnar. Eisini royndir í alivinnuni og við aling á harðbalaðum økjum eru góðar.

Tú hevur áræði og visjónir at menna alirættaða vitan, eins og tú dugir at samskifta á høgum, fakligum støði og at miðla vitanina út á ein einfaldan og nýtiligan hátt.

Persónligu eginleikar tínir umfata samstarvsevni, ágrýtni, hjálpsemi og miðvíst arbeiðslag, eins og tú ert eitt gott íkast til trivnaðin millum starvsfelagarnar á Fiskaaling.

Umsókn
Umsóknin skal sendast til fiskaaling@fiskaaling.fo. Freistin at søkja er 30 mai 2021. Við umsóknini skulu viðfestast avrit av prógvum, lívsrensli (CV), umframt møgulig viðmæli og upplýsingar um vísindalig avrik.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra, á tel. 77 47 47 ella johanna@fiskaaling.fo.

Um Fiskaaling
P/F Fiskaaling er skipað sum partafelag, sum Føroya landsstýri eigur. Endamál felagsins er, smb. løgtingslóg:

at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni; at reka vinnuligt virksemi innan hetta virkisemisøki; og annað starv í hesum sambandi.

Visjónin hjá P/F Fiskaaling er Vitan til varandi aling. Tí arbeiðir P/F Fiskaaling við langskygdari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at uppbyggja vitan á altjóða støði til varandi aling. Sum óheft fyritøka veitir Fiskaaling eisini ráðgeving og tænastur, sum alivinnan kann gagnnýta í sínum virksemi. Virksemið á Fiskaaling byggir á burðardyggar meginreglur, sum taka hædd fyri eitt nú umhvørvinum og fiskavælferð. Ábyrgdarfull menning av alivinnuni er samstundis fremjandi fyri føroyska búskapinum sum heild.

Granskingararbeiðið á Fiskaaling mennir soleiðis vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í sambandi við aling og teir karmar, alingin virkar í. Granskingarmálini hjá Fiskaaling fevna um burðardygga nýtslu av alifirðum, fiskavælferð, lús og smittu, aling á landi og nýggir framleiðslumøguleikar.

Á Fiskaaling eru umleið 30 starvsfólk, sum eru skipað í fýra fakdeildir: Biotøkni, Fiskaheilsa, Fjarðaelvi og Vistfrøði

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna