Sjálvgreiðslan
Skriva út
Føroya Politi
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 31.10.21

Fyrisitingarfólk til Fíggjardeildina hjá Føroya Politi

Søkt verður eftir fyrisitingarfólki til Fíggjardeildina hjá politinum í Tórshavn, sum fyrst og fremst kemur at taka sær av uppgávum innan fíggjarætlan, roknskapi og løn.

Sum komandi starvsfólk verður tú ein partur av einum vælvirkandi toymi, ið telur átta fólk, sum í tøttum samstarvi arbeiða miðvíst og tænastusinnað við uppgávunum á einum spennandi arbeiðsplássi við fjølbroyttum virksemi.

Arbeiðsuppgávurnar eru innan økonomiøkið umframt aðrar fyrisitingarligar uppgávur eftir tørvi, m.a. kontering, bókføring av fakturum, parkeringsgjøld, umbókingar, avstemman, uppfylging av fíggjarætlan og somuleiðis samskipan av vørumóttøku og útgerð (logistikk).

Vit ynskja, at tú hevur eina hóskandi útbúgving á økinum ella hevur hollar praktiskar royndir við líknandi uppgávum. Starvsinnihaldið kann í ein vissan mun tillagast tínum førleikum.

Vit vænta, at tú:

  • hevur holla vitan um og førleikar at arbeiða við bókhalds- og roknskaparligum uppgávum
  • hevur fatan fyri tølum og roknskapi og lætt við at læra nýggjar skipanir
  • ert smidlig/ur og trívist við at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum
  • fert til uppgávurnar við áhuga og góðum hýri
  • vísir ábyrgd, men dugir eisini at biðja um hjálp, tá brúk er fyri tí
  • ert umhugsin og vælskipað/ur.

Við bjóða tær:

  • ein skiftandi fjølbroyttan gerandisdag
  • dugnaligar og hugagóðar starvsfelagar
  • ein óhátíðarligan felagsskap við jaligum og løttum prátingarlagi.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv (37 tímar um vikuna, íroknað matartíð).

Starvið verður lønt eftir førleikum og avtalu við avvarðandi fakfelag.

Umsóknin, saman við CV, próvskjølum og øðrum skjølum, verður sent til fo-personalekontor@politi.dk

Hevur tú spurningar til ella vilt vita meir um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Dan Knudsen, økonomichef, tlf. +298 792300.

Umsóknarfreistin er 31. oktober 2021.

Vit mæla øllum skikkaðum til at søkja starvið uttan mun til kyn, uppruna, átrúnað ella tjóðarsamleika.

Starvssetanin er treytað av, at tú kanst verða trygdargóðkend/ur av PET. Starvið verður sett, tá trygdargóðkenningin er til skjals.

Samrøður væntast at verða hildnar í viku 44 og 45.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna