Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fíggjarmálaráðið
Lagt út: 28.12.19
Umsóknarfreist: 01.02.20

Fulltrúi til Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið søkir eftir fulltrúa. Ert tú tann vit leita eftir, so hava vit eitt avbjóðandi og spennandi starv, har uppgávurnar krevja royndir, fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av.

Starvið
Tú kemur at arbeiða við einum fjølbroyttum úrvali av ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum á
teimum økjum, ið ráðið umsitur.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

  • ráðgeva landsstýrisfólkið og aðalstjóra
  • ráðgeva og leiðbeina aðalráðum og stovnum
  • tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir og rundskriv á málsøkinum
  • gera uppskot til svar upp á fyrispurningar úr løgtinginum

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á kandidatstigi, innan búskap, løgfrøði, grannskoðan, stjórnmálafrøði ella ein samanseting av hesum. Eisini er tað ein fyrimunur, at tú hevur vitan og arbeiðsroyndir innan økir hjá Fíggjarmálaráðnum.

Umframt at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, verður dentur lagdur á:

  • innlit og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting
  • góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga,
  • at tú megnar at arbeiða undir ávísum trýsti og
  • dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt í mun til útbúgving og royndir eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Umsókn:
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast talgilt til
Fíggjarmálaráðið á fmr@fmr.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2020. Starvið verður sett skjótast møguligt eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra á 502085

Um ráðið:
Fíggjarmálaráðið er fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Høvuðsmálsøkini hjá ráðnum eru: búskaparmál, fíggjarmál, skatta- og avgjaldsmál, lønarmál, kommunal fíggjarmál, hagfrøðismál, talgilding, vegir og havnir, samferðslumál, almenn bygging og umvæling, ferðslutrygdarmál og eigarapolitikkur landsins. Jørgen Niclasen er landsstýrismaður í fíggjarmálum og í ráðnum starvast 16 fólk. Ráðið heldur til í Tinganesi.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.