Sjálvgreiðslan
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 08.08.19
Umsóknarfreist: 31.08.19

Fróðskaparsetrið søkir eftir dekani til Søgu- og samfelagsdeildina

 

Lýst verður eftir dekani at standa fyri menningini av gransking og útbúgving í søguligum og samfelagsligum viðurskiftum á Fróðskaparsetri Føroya. Søgu- og samfelagsdeildin varðar av fleiri útbúgvingum, bæði á BA og MA stigi  

Starvsøki:
Dekanurin hevur fakliga og fíggjarliga leiðslu av deildini, ábyrgd av starvsfólkunum og av at røkka strategiskum málum. Strategiskt vil Fróðskaparsetrið styrkja umstøðurnar fyri gransking og framhaldandi menna útbúgvingarnar. Annar týðandi lutur er menning av samstarvi við viðkomandi yrkisøkir, myndugleikar og vinnulív.

Dekanurin er partur av ovastu leiðslu Setursins og hevur tilvísing til rektaran.

Starvið verður sett í seinasta lagi 1. januar 2020 og er tíðaravmarkað til 3 ár.

Høvuðsuppgávurnar hjá dekaninum verða at:

  • Mynda deildina
  • Fremja setning og hugsjón fyri deild og stovn
  • Verkseta virkisætlanir og átøk
  • Verkseta og kjølfesta námsætlanirnar fyri útbúgvingarnar á deildini
  • Virka fyri øktum samstarvi við aðrar deildir
  • Skipa undirvísingar- og granskingararbeiðið í starvsfólkatoymir, har hetta ber til. Endamálið við hesum er at fremja samstarv, felags ábyrgdarkenslu og trivnað
  • Hava starvsfólkaviðurskiftir um hendur. Her verður hugsað um regluligt samband við starvsfólk á deildini um teirra fakligu og persónligu menning
  • Hava fíggjarviðurskiftir um hendur. Her verður serliga hugsað um samstarv við leiðslu og fyrisiting um fíggjarstýring og rapportering til tess at halda tillutaða fíggjarkarmin hjá deildini
  • Menna deildina granskingarliga
  • Hava neyvt samstarv við útbúgvingarleiðararnar
  • Arbeiða fyri at styrkja vangamyndina hjá deildini (branding)

Førleikakrøv:
Dekanur skal vera granskari á viðkomandi granskingarøki og hava royndir og innlit í universitetsútbúgvingar, gransking, leiðslu og samanspælið millum stovnin og samfelagið sum heild. Vit vænta, at tú hevur góðar leiðsluførleikar, at tú arbeiðir málrættað og sjálvstøðugt, og at tú hevur tev fyri týdninginum av samskifti.

Umsókn og freist:
Fullfíggjað umsókn skal sendast í teldubrævi til umsokn@setur.fo í seinasta lagi 31. august 2019.

Biðið verður um, at tú í umsóknini greiðir frá tínum hugsjónum fyri menning av deildini við atliti at krøvunum, ið eru sett omanfyri.

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Ólav Ellefsen, stýrisformann, Fróðskaparsetur Føroya, tel. 556600.

Setanarnevnd verður sett at viðgera umsóknirnar og ger eitt tilmæli, ið verður latið stýrinum, sum tekur avgerð um setanina.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum. Les meira um Setrið á setur.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.