Sjálvgreiðslan
Skriva út
Viðareiðis Kommuna
Lagt út: 04.05.21
Umsóknarfreist: 17.05.21

Fjølbroytt og áhugavert skrivstovustarv leyst at søkja

Viðareiðis kommuna søkir eftir skrivstovufólki ½ tíð at byrja 1. juni ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt starv við fjølbroyttum og áhugaverdum uppgávum

Arbeiðið fevnir um bókhald, journalisering, lønarumsiting umframt fyrifallandi skrivstovuarbeiði.        Royndir innan skrivstovuarbeiði er ein fyrimunur.

Vit ímynda okkum, at tann rætti til starvið hevur skrivstovuútbúgving ella aðrar viðkomandi royndir.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur royndir innan bókhald, lønarumsiting og journalisering
  • Hevur góðan telduførleika
  • Hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð samskiftisevni
  • Dugir væl at orða teg á føroyskum máli í skrift og talu
  • Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Hevur góð samstarvsevni

Umsókn, freist og samband
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF.

Umsókn, CV og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. mai og skulu sendast til info@vidareidi.fo. Fyri at fáa nærri kunning um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Tanju Jacobsen skrivara á tlf. 231083.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna