Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 09.07.20
Umsóknarfreist:

Feríuavlosarar til Tænastudepilin / Landssjúkrahúsið

Reingerðarstarvsfólk til Tænastudeildina

Til Tænastudeildina søkja vit eftir jaligum, fúsum og ídnum feríuavloysarum til setan beinanvegin, at arbeiða fra 20. juli og umleið 4 vikur fram.

Talan er um ófaklærd summarferíu avloysarastørv innan reingerð í Tænastudeildini. Arbeiðstíðin er í skiftisvaktum (dag-, kvøld og vikuskiftisvaktum).

Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur arbeiðsroyndir.

Arbeiðsuppgávurnar umfata í høvuðsheitum reingerð eftir galdandi reglum. Neyðug upplæring verður givin.

Persónligir eginleikar:

  • ábyrgdarkensla
  • fryntlig/ur og fyrikomandi
  • tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð
  • góð samstarvsevni
  • góður røkjuskapur
  • góð heilsa

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um størvini við, at venda sær til Birgittu Holm, arbeiðssamskipara á tlf. 304500, lokal 1241 ella á telduposti: birgitta.holm@ls.fo

Søk starvið her

Viðmæli e. L. skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkinum “Leys størv.”

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna