Sjálvgreiðslan
Skriva út
BankNordik
Lagt út: 07.02.20
Umsóknarfreist: 24.03.20

Fá útbúgving í altjóða umhvørvi

Kundi tú hugsað tær eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving innan fíggjarheimin?
Vit sóknast eftir dugnaligum og eldhugaðum næmingum at byrja eftir summarfrítíðina.

Sum næmingur í BankNordik fært tú eina góða útbúgving í einari nýmótans og altjóða fyritøku.
Tú fært 400 dugnaligar starvsfelagar í 3 londum og kanst gleða teg til ein spennandi og fjølbroyttan
gerandisdag.

Útbúgvingin
Útbúgvingin, sum er lønt, tekur tvey ár og gevur góðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving
hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á.

Í næmingatíðini fært tú bæði ábyrgd og ávirkan, og tú fert at hava samband við nógv ymisk fólk – bæði kundar og starvsfólk í samtakinum. Sum ein liður í útbúgvingini sleppur tú eisini 14 dagar í starvsvenjing
á deildum okkara í Danmark.

Umsóknarfreist er 24. mars 2020.
Vit halda samrøður so hvørt.

> Les meira og søk á banknordik.fo/naemingar Næmingur í BankNordik

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.