Sjálvgreiðslan
Hey
Lagt út: 10.07.19
Umsóknarfreist: 29.07.19

Ert tú okkara nýggi vinnuráðgevi?

Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki til okkara vinnudeild. Sum vinnuráðgevi kemur tú at finna røttu samskiftis-loysnirnar til føroyska vinnulívið. Tú kemur at starvast fyri framkomnastu fyritøkuna á føroyska fjarksiftismarknaðinum og kemur at dagliga at hava kundavitjanir kring landið, har tú saman við nýggjum og verandi kundum finnur røttu loysninar.

Tínar uppgávur verða m.a. hesar:
• Søla av samskiftisloysnum
• Vinnukundarøkt
• Skapa nýggjar samskiftis loysnir til føroyska vinnulívið

Vit vænta at tú: 
• Hevur royndir við sølu
• Hevur vinnarahugburð
• Arbeiðir væl sjálvstøðugt
• Dugir at hugsa nýtt
• Ert fleksibul

Vit bjóða: 
• Tær møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina
• Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss í rúkandi menning
• Eitt gott arbeiðspláss við nógvum starvsfólka ágóðum

Løn og setanartreytir:
Løn verður sambært avtalu millum partarnar.
Ynskir tú at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á telefon 502080

Umsókn við prógvskjølum skal sendast til rbp@hey.fo í seinasta lagi mánadagin 29. Juli

Um Hey:
Hey skapar kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Við nýskapan, betri tænastum og lægri prísum til viðskiftafólk okkara gongur fyritøkan á odda at menna føroyska fjarskiftisheimin. Hey er ein fyritøka í vøkstri. Vit hava rokkið sera góðum úrslitum seinnu árini og standa nú fyri einum góðum fjórðingi av føroyska fjarskiftismarknaðinum.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.