Sjálvgreiðslan
Føroya Tele
Lagt út: 09.07.19
Umsóknarfreist: 11.08.19

Ert tú okkara nýggi produktmennari?

Trívist tú í einum nýhugsandi og kvikum starvsøki? Vit leita eftir einum produktmennara, ið kann tvinna saman menning, samskifti  og nýggjar vinnuvegir.

Produktdeildin á Føroya Tele er snúningsdepil í mun til tøkni, nýhugsan og menning. Vit leita eftir einum framfýsnum profili, ið hugsar uttan um boksina. Sum produktmennari ert tú við til at tryggja, at kundin altíð í miðdeplinum, og at okkara vørur og tænastur eru í tráð við ynski og tørv hjá kundum. Á Føroya Tele vilja vit vera í heimsflokki, og hesum verður produktmennarin við til at stuðla.

Á Produktdeildini starvast fýra produktmennarar, ein verkætlanarleiðari umframt produktstjóran. Deildin er miðdepil fyri nýmenning av vørum og tænastum hjá Føroya Tele, og starvsfólkini samstarva og samskifta tvørfakligt og agilt av virkisøkjum.

Sum produktmennari fært tú verkætlanarábyrgd av at menna, samskipa og íverkseta produktbroytingar og nýggj produktir. Starvið hevur eina skapandi og nýhugsandi tilgongd í tann mun, at tú saman við toyminum og frontunum kanst bróta burturúr nýggjum og finna íblástur til nýggj produktir og nýggjar tænastur. Samstundis er tað ein greiður fyrimunur, um tú hevur handilsligt og fíggjarligt tev í mun til at slóða fyri nýggjum vinnuvegum.

Harumframt ímynda vit okkum, at tú:

  • Hevur hægri lestur á viðkomandi bachelorstøði ella líknandi við handilsligum útgangsstøði
  • Torir at taka ábyrgd og at seta kósina
  • Hevur tev fyri handilsmøguleikum og kundatørvi
  • Raðfestir eitt virkið og jaligt samskifti bæði innan- og uttanhýsis
  • Hevur analytiskt tev fyri tølum og tøkni

Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála. Starvsstaður er høvðussætið hjá Føroya Tele í Hoyvík. Starvið verður sett 1. september 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum. Freistin at søkja starvið er sunnudagin 11. august 2019.

Tú søkir starvið her.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til John Syderbø, produktstjóra, á tel. 24 33 02 ella john@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á tel. 30 30 30 ella sfd@ft.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.