Sjálvgreiðslan
Glasir
Lagt út: 04.07.19
Umsóknarfreist: 22.07.19

Endurlýsing: GLASIR SØKIR EFTIR FÍGGJARFULLTRÚA

27. juni 2019

135 MILLIÓNIR Í UMSETNINGI. 250 STARVSFÓLK. 1.500 NÆMINGAR OG LESANDI. 20.000 FERMETRAR. SEKS DEILDIR. YVIR 20 YMSAR ÚTBÚGVINGAR. EIN FÍGGJARFULLTRÚI. ER TAÐ TÚ?

Fíggjardeildin á Glasi søkir eftir fíggjarfulltrúa, sum hevur áhuga fyri at arbeiða við fíggjarætlanum, fíggjarstýring og rakstri. Tínar yvirskipaðu uppgávur fevna m.a. um at skipa og góðskutryggja rakstur og stýring av fíggjarætlanini og at ráðgeva leiðslu um fíggjarliga raksturin. Hetta er eitt avbjóðandi og spennadi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

TÍNAR UPPGÁVUR FEVNA M.A. UM:

  • At hava eftirlit við- og skipan av bókhaldinum og roknskaparøkinum
  • At leggja fíggjarætlanir saman við fíggjarleiðaranum
  • Fíggjarstýring
  • Gera framrokningar av fíggjarætlanini og fylgja gongdini
  • Ansa eftir, at reglur og mannagongdir verða fylgdar
  • Roknskaparreglugerð
  • At ráðgeva um fíggjarspurningar
  • Aðrar uppgávur innan fíggjarøkið

VIT VÆNTA, AT TÚ HEVUR:

  • Hægri útbúgving innan búskap og fíggjarstýring, í minsta lagi á BA-støði (tað kann t.d. fevna um HD 2. part)
  • Góðan kunnleika til búskaparskipanir
  • Góðar telduførleikar og royndir við forritinum Excel
  • Góðar málsligar førleika
  • Góð evni at samstarva, at arbeiða sjálvstøðugt og at tillaga teg til broytingar

UM FÍGGJARDEILDINA Á GLASI

Á fíggjardeildini á Føroya størsta útbúgvingarstovni starvast fimm fólk. Fíggjarleiðarin hevur yvirskipaðu leiðsluna av deildini, og sum fíggjarfulltrúi verður tú næstur honum og fært, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ein týðandi leiklut í at skipa arbeiðið á fíggjardeildini og at stýra samlaðu játtanini á Glasi. Á deildini brúka vit búskaparskipan landsins (BSL) at stýra fíggjarliga rakstrinum.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR

Starvið, sum er fulla tíð, verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN

Um tú ynskir fleiri upplýsingar kanst tú seta teg í samband við Janus Isfeldt á fíggjardeildini á tlf. 210330 ella við at skriva til jai@glasir.fo. Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast í telduposti til starv@glasir.fo og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 22. juli 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.