Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 28.08.19
Umsóknarfreist: 23.09.19

Endurlýsing: Byggileiðari/málsviðgeri

Ert tú okkara nýggi byggileiðari?

Tórshavnar kommuna er í ferð við at uppbyggja eina rakstrarstøð, ið tekur sær av øllum rakstrar viðurskiftum í okkara støðugt vaksandi kommunu. Rakstrarstøðin verður tann útinnandi eindin hjá Tórshavnar kommunu, ið tekur sær viðlíkahaldi av vegum, kantsteinum, gøtuljósum, kloakkum, vatnleiðingum og grønum umráðum. Harumframt kemur reinhaldið, vetrartænastan og rottutýnan eisini til at virka undir rakstrarstøðini.

Í hesum sambandi mangla vit ein starvsfelaga, ið kann taka sær av og røkta niðanfyri standandi ábyrgdarøki:

  • Viðgera innkomin mál og seta í verk tær verkætlanir ið hoyra til títt ábyrgdarøki
  • Hava eftirlit og tryggja at verkætlanir halda tær tíðarfreistir ið eru settar og, eftir besta førimuni, tryggja at teir fíggjarligu  karmarnar ið eru settir halda
  • Taka sær av samskifti og fundir, við umsiting, um loyvir o.a.  í samband við verkætlanir og / ella rakstrar relateraði  arbeiðsviðurskifti
  • Størri bíleggingar í samband við verkætlanir, eftirlit, samskifti  og fundir við arbeiðsformenn
  • Avgreiða arbeiðstímar

FØRLEIKAR OG VÆNTAN

  • Tú ert helst byggiverkfrøðingur, byggifrøðingur, byggiteknikari, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • Hevur gott skil fyri fíggjarviðurskiftum

LEGGJA VEKT Á, MEN IKKI EITT KRAV AT TÚ:

  • ert diplomatisk/-ur
  • ert proaktiv/-ur
  • sært møguleikar í mun til forðingar, og ert virkin til sjálvstøðugt  at loysa teir trupulleikar ið kunnu stinga seg upp ið tí dagliga  arbeiðinum
  • hevur royndir innan fyri rakstur og viðlíkahald

Vit bjóða eitt gott og mennandi arbeiðspláss, har vit hava nógvar bóltar í luftini, hava góðan felagsskap og raðfesta eitt gott samstarv høgt. Tú kemur sjálv/ur til at tilrættisleggja tín dag, har fundir og eftirlit við formenn kemur at verða partur av tínum gerandisdegi.

Hevur hetta tín áhuga, so kanst tú senda umsókn, saman við niðanfyri standandi skjølum.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og aðrar treytir verða sambært avvarðandi sáttmála.

UMSÓKN
Umsókn við CV, útbúgvingarprógvum og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. september 2019 klokkan 8.00. Umsóknirnar skulu sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo og merkjast „Byggileiðari til rakstrarstøðina“.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Bendtsen, rakstrarleiðara, á telefon 288658 ella 302010.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.