Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 04.02.20
Umsóknarfreist: 24.02.20

ENDURLÝSING – arbeiðsfólk til Snarliðið

Dámar tær fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur, har eingin dagur er líka?

So átti tú at umhugsað at sent eina umsókn inn til Rakstrarstøðina, so tú kanst blíva partur av snarliðnum hjá Tórshavnar kommunu, ið júst nú manglar tvey arbeiðsfólk til eitt heilt nýtt snarlið.

Snarliðið tekur sær av alskyns uppgávum, ið koma inn gjøgnum „Prei“-skipanina hjá Tórshavnar kommunu. Uppgávur úr Prei-skipanini verða viðgjørdar av einum málsviðgera og sendar til Snarliðið at avgreiða.

Uppgávur hjá snarliðnum koma fyrst og fremst til at snúgva seg um viðlíkahald av okkara útjaðara, tvs. Velbastað, Kirkjubø, Nólsoy, Kaldbak, Kollafirði, Koltri og Hesti. Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar og kunnu vera alt frá at tryggja eina gongubreyt í Kollafirði til at seta skelti upp úti í Koltri.

Vit vænta, at tú ert væl fyri handaliga og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.

Hevur hetta tín áhuga, so kanst tú senda okkum eina umsókn.

SETANARVIÐURSKIFTI
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir verða eftir førleikum sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

UMSÓKN
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. februar 2020 klokkan 16.00. Umsóknirnar skulu sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo og merkjast „Arbeiðsfólk til Snarliðið“.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Bendtsen, leiðara á Rakstrarstøðini, á tel. 288658 ella 302010.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.