Sjálvgreiðslan
Skriva út
Badmintonsamband Føroya
Lagt út: 11.05.20
Umsóknarfreist: 01.06.20

Endurlýsing: Aðalskrivari til BSF

Badmintonsamband Føroya søkir eftir aðalskrivara at taka sær av dagliga virkseminum í sersambandinum. Vegna serligu umstøðurnar í sambandi við átøk móti koronasmittuni verður starvið lýst leyst av nýggjum við tí fyri eyga at seta viðkomandi í starv frá 1. juli 2020 ella skjótast gjørligt eftir tað. 

Badmintonsamband Føroya varð stovnað í 1981, og virksemið í felagnum er síðani økt munandi. Fleiri og fleiri í Føroyum eru farin at spæla badminton, og eru nú seks badmintonfeløg í sersambandinum. Tí verður sostatt søkt eftir aðalskrivara til parttíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er í ÍSF-húsinum í Tórshavn, og nakað av ferðing kann væntast. Í ÍSF-húsinum starvast eisini onnur við tilknýti til virksemi í øðrum sersambondum og ÍSF.

Okkara komandi aðalskrivari skal

  • hava viðkomandi útbúgving og/ella arbeiðsroyndir
  • hava góðar samskipanareginleikar
  • vera álítandi og álitisvekjandi
  • hava lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk
  • duga væl at orðað seg á føroyskum og enskum á skrift og í talu
  • hava góðar telduførleikar til fyrisitingarlig endamál

Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv, har aðalskrivarin fær gott høvi at seta sín egna dám á starvið. Aðalskrivarin skal seta í verk tað, sum nevndin stingur út í kortið, og skal eisini syrgja fyri at dagliga arbeiðið í sersambandinum verður røkt á bestan hátt.

Til ber at frætta meira um starvið hjá Erik Engelbrecht Thomsen, formanni, á telefon 243603 ella teldupost bsf@bsf.fo.

Starvið verður lønt sambært avtalu.

Umsókn skal sendast til bsf@bsf.fo í seinasta lagi kl 18:00 tann 1. juni 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.