Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sorinskrivarin í Føroyum
Lagt út: 11.09.20
Umsóknarfreist: 08.10.20

Domstolsstyrelsen søkir sakkøn til smámálsgongdina í Føroya Rætti

Domstolsstyrelsen søkir sakkøn til Føroya rætt, sum kunnu koma við íkasti til dygdina av avgerðum í smáum borgarligum málum, har fakligur serkunnleiki hevur týdning fyri málsgongdina. Umsóknarfreistin er 8. oktober 2020.

Tann 1. januar 2021 kemur nýggj føroysk rættargangslóg í gildi. Við nýggju føroysku rættargangslógini koma  reglur um viðgerð av borgarligum málum viðvíkjandi krøvum við fíggjarligum virði á í mesta lagið 50.000 kr. ella krøvum uttan fíggjarligt virði, eisini kallað  smámálsgongdin (småsagsprocessen), sí kapittul 49 í lógaruppskotinum.

Domstolsstyrelsen fær í hesum sambandi heimild til at útnevna fólk ella feløg til at gera sakkønar metingar ella frágreiðingar til málini í smámálsgongdini í Føroya rætti.

Tí søkir Domstolsstyrelsen beint nú serfrøðingar, við serligum fakkunnleika innan ávís fakøkir, til dømis bygging, fastogn, maskinídnað, KT, smáhandil (detail) flutning (transport) innbúgv, umhvørvi, matvøruvinnu ella annað, sum ynskja at verða útnevndir sum sakkønir innan smámálsgongdina í Føroya rætti.

Í samband við viðgerðina av einum smámáli, kann rætturin taka avgerð um at fáa til vega eina sakkøna frágreiðing, sum skal tæna sum eitt prógv í málinum. Frágreiðingin verður gjørd av tí sakkøna við støði í teimum spurningum, sum rætturin hevur sett. Sum høvuðsregla skal tann sakkøni gera sína frágreiðing við støði í síni fakligu vitan, við tað at meginreglan er, at tað ikki verða gjørdar stórar og gjølligar kanningar í smámálsgongdini. Sum undantak kann tó gerast neyðugt hjá tí sakkøna at skoða/kanna lutin í málinum. Frágreiðingin skal vera skrivlig, men tann sakkøni kann í serligum førum verða biðin um eisini at geva munnliga frágreiðing í rættinum.

Áðrenn frágreiðing verður givin, skal tann sakkøni gera eina fyribils kostnaðarmeting av hvat frágreiðingin fer at kosta. Um fyribils kostnaðarmetingin verður góðkend, skal tann sakkøni gera sjálva frágreiðingina. Samsýningin fyri arbeiðið verður ásett av rættinum aftaná við grundarlagi í fyribils kostnaðarmetingini.

Útnevningin sum sakkønur er galdandi frá 1. januar 2021 og fýra ár fram.

Umsóknarfreistin er tann 8. oktober 2020, og tilgongdin við at útnevna sakkøn verður væntandi liðug, tá lógin kemur í gildið tann 1. januar 2021.

Les meira og søk um at gerast sakkøn/ur

Tú kanst senda møguligar spurningar viðvíkjandi útnevning av sakkønum innan smámálsgongdina til jur@domstolsstyrelsen.dk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna